Føroya kunngerðasavn A og B - 20.09.1951, Síða 1
FØROYA KUNNGERÐARSAVN
1951. Nr. 36-55.
VVVVXXXXXV\XXVXXXXXVVVXXVVXXVXXXXXXXV\XXXXXXXXX\XXXXX\XXVXXXVVVVV\XXVSXXXVSXXSXXVNXNXVVVVVVVVVVVVVVVVV
Nr. 36.
KUNNGERÐ UM GJØLÐ TIL MATRIKULSTOVNIN
Við heimild í §§ 3 og 6 í konguligari fyriskipan, 15. juli
1931, um skipan av matrikul og fastognarskrá fyri útskift pláss
uttan fj'ri Tórshavn verður hervið fylgjandi fyriskipað:
§ 1.
Tá skjøl matrikulsins verða umskipaø, skal umsøkjarin
til umskipanina gjalda allar útreiðslur í sambanđ við hetta.
§ 2.
Útreiðslur til ferða- og dagpening til landmálarar, frakt,
løn til bønarmenn, porto, telefon og tilíkt verða at býta millum
allar sakir, sum verða gjørdar á somu ferð.
Útreiðslur til marknavísur, váttanir og tílíkt eiga at verða
goldnar fyri hvørja sak fyri seg.
§ 3.
Umframt tær í § 2 nevndu útreiðslur verða at lata hesí
gjøl*
1. Sundurbýtið við uppmáling.
a. aðalgjald ...................;................... 50 kr.
b. Viðbót fyri stødd og virði:
5 °/oo av virðinum av tí frábýtta økinum.
c. Viðbót fyri sundurbýti av fleiri matr. nr.:
3 kr. fyri hvørt matr. nr. meira enn eitt.
d. Viðbót fyri at nýggj matr. nr. verða løgd í fleiri lutir:
10 kr. fyri hvønn lut, sum krevur uppmáling.
3 kr. fyri hvønn lut, sum ikki krevur uppmáling'.
e. Viðbót fyri at nýggir vegir verða lagđir ella gamlir vegir
broyttir:
4 kr. fyri vegir yvir ogn keyparans ella seljarans.
8 kr. fyri vegir yvir aðra ogn.
2. Sunđurbýti uttan uppmáling:
a. Tá eftirkannan í markini nýtist:
■% av gjøldunum la og lb, hini óbroytt.
b. Tá eftirkannan í markini ikki nýtist:
% av gjøldunum la og Ib, hini óbroytt.
3. Frábýti av haga ella frábýti av samanbundnum matr. nr.:
a. Tá eftirkannan í markini nýtist:
% av gjøldunum la og lb.
b. Tá eftirkannan í markini ikki nýtist:
% av gjøldunum la og lb.
4. Samanløga av matr. nr.
a. Aðalgjald ........................... 20 kr.
b. Viðbót fyri hvørt matr. nr., ið verður eftir..... 10 kr.
c. Viðbót fyri hvørt matr. nr., ið fer .............. 3 kr.
d. Viðbót fyri váttan frá sorinskrivaranum.......... 4 kr.
Fer samanløga fram í samband við sundurbýti, verður
ikki latið aðalgjald.
5. Marknaumskipan:
a. Gjald verður latið sum við sundurbýti.
b. Viðbót fyri váttan frá sorinskrivaranum ......... 4 kr.
c. Viðbót fyri váttan um veðsetingarvirði (uskađelig-
hedsattest) ...................................... 4 kr.
Fer marknaumskipan fram í sambanđ við
sundurbýti, verður ikki latið aðalgjald.