Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1962, Page 6
40
Nr. 12. 11. mai.
REGLUGERÐ
fyri Lønjavningargrunn Skips-
fiskimanna frá 1. januar 1961
um minstulen og viAbó til
fiskaprísir v. m. sambært iógar-
kunngerð nr. 16 frá 25. juni
1954, løgtingslóg nr. 15 frá 4.
mai 1961 og løgtingslóg nr. 11
frá 11. mai 1962
I. Minstaløn.
§ 1.
1. stk. Minstaløn verður
tryggjað føroyingum, mynstr-
aðum eftir galdandi sáttmála
við føroyskum veiðuførum, eis-
ini skiparum. Mynstraður er
maður, tá hann er førdur á
manningarlistans seinasta teig,
og listin er stemplaður hjá
mynstringarstjóranum. Sama
trygd verður veitt útróðrar-
monnunum til lands í Grøn-
landi í tíðarskeiðinum 1. juni
til 15. oktober, tá teir hava
undirskrivað sáttmála, sum
grunnurin hevur góðkent og
skrásett, og fardagur og aftur-
komudagur teirra er próvførd-
ur. Um mynstaðir menn reka
sildaveiðu á føroyskum firðum
fáa teir ikki lønjavning.
Fer maður uttan hóttarfall
av skipi, áðrenn túrur er end-
aður, hevur hann ikki rætt til
viðbót, prísískoyti ella frítíðar-
løn.
2. stk. Teir sum eftir 1. stk.
hava rætt til minstuløn og
hava fylt 16 ár mynstringar-
dagin ella sambært almenna
váttan eru uppihaldarar undir
henda aldur, fáa tryggjað ein
forvinning í veiðutíðíni uppá
kr. 1.000,- um mánaðin, hvør
túrur roknaður fyri seg. Menn
undir 16 ár, sum eru ikki uppi-
haldarar, fáa bert tryggjað
hálva minstuløn eins og menn,
sum hava mynstrað fyri minni
enn heilan part, bert fáa tryg-
gjað minstuløn í mun hertil.
Sildaveiðutíðin verður at rokna
undir einum.
§ 2.
1. stk. Grundarlagið fyri,
hvat hvør einstakur skal fáa
goldið í lønjavning, er avrokn-
ing eftir fiskaprísum, sum eru
ikki undir teir prísir, ið eru
ásettir av nevndini eftir 3. §
í lógarkunngerð nr. 16 frá 25.
juni 1954, ella avrokning fyri
fisk, avreiddur ella seldur utt-
anfyri Føroyar sambært sátt-
máia, góðkendur elia útflutn-
ingsloyvi góðkend av lønjavn-
ingargrunninum, tó kann við-
bót rindast til kalvaveiðutúrar
undan fslandi, avreiddir í Før-
oyum fyri vanligan prís.
2. stk. Kostútreiðslur oman-
fyri kr. 5,50 um dagin fyri
mannin telja ikki við í útrokn-
ingini av íønjavningini.
3. -stk. Við útrokning av løn-
javning verður ein veiðuferð
at rokna frá mynstringardegi
til afturkomudag (niðursigling
við løn telur ikki við í útrokn-
ingini), báðir dagar íroknaðir.
§ 3.
1. stk. Lønjavning verður
latin bæði til menn í samveiðu
og í sjáivdrátti.
2. stk. Lønjavning verður
goldin aftaná hvønn túr, so
skjótt fullfíggjað avrokning er
komin grunninum í hendi.
§ 4.
1. stk. Um maður verður
sjúkur umborð aftaná mynstr-
ing, fer í land, og sjukan tá
beinanvegin verður váttað av
lækna og skipara sambært
oyðublað, eigur hann lønjavn-
ing, til hann er arbeiðsførur,
tó í mesta lagi fyri 3 mánaðir,
um maðurin er sjúkur so leingi.
Sjúkraumsókn má vera grunn-
inum í hendi í seinasta lagi 6
mánaðir aftaná, at sjúkan byrj-
aði, ella óhappið hendi.
2. stk. Maður, ið hevur lovað
seg burtur við fiskiskipi og
fyri at sleppa at mynstra gev-
ur seg undir lógfestu bróst-
sjúkukanningina, og sum úrslit
av hesi kanning ikki fær
mynstringarloyvi, eigur løn-
javning úr grunninum eftir
somu reglum sum eftir 1. stk.
3. stk. Um útróðrarmaður til
lands í Grønlandi kemur til
skaða millum tann dag, hann
fer avstað, og 1. juni ella mill-
um 15. oktober og til hann er
aftur í Føroyiun,skal hann hava
sama rætt sum skipsfiskimenn
til sjúkraviðbót.
II. Viðbót til fiskaprísir.
§ 5.
Teimum, sum eftir § 1, 1.
stk., er tryggjað minstuløn,
verður veitt viðbót til fiska-