Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1962, Qupperneq 44
78
Nr. 49. 29. juni.
KUNNGERÐ
um dag- og tímapening á tæn-
astuferft og útiviðbót.
Eftir § 13, stk. 2 í løgtings-
lóg nr. 16 frá 28. marts 1949
um løn tænastumanna landsins
verður fylgjandi fyrisett:
§ 1.
Stk. 1. Tænastumaður, sum
gei tænastuferð longri burtur
enn 4 km frá íænastustaðnum,
íæi dag- og tímapening innan-
fyri somu kommunu.
Stk, 2. Tænastustaðið er, um
annað er ikki fyrisett, arbeiðs-
scaðið, ið ávíst er tænastu-
manninum (skrivstova, toll-
búð, útskiftingarbygd o.t.), so-
leiðis, at 4 km markið verður
roknað haðani.
Stk. 3. Dagpeningur verður
roknaður fyri hvørt samdøgur,
sum viðkomandi er burtur-
stadaur. FVri minni enn sam-
døgui', verður tímapeningur
rokr.sður fyri hvønn ásettan
tíma, tó ikki útyvir dagpening
fyri samdøgur.
Stk. 4. Náttviðbót verður
veitt fyri at hava ligið nátt
fcurtur fiá tænastustað, um
innivist er ikki ávíst honum
av yvirvaldi.
Stk. 5. Leiðandi tænastu-
menn á hægstu lønarstigum
kunnu eina ferð taka at ferð-
ast fyri dag- og tímapening
ella eftir rokning. Fyri tæn-
astuferð uttan fyri Føroyar
kann dag- og tímapeningur set-
ast upp uppí 100 % ella út-
reiðslurnar at gottgerast eftir
rokning.
Tænastumaður eigur ikki at
fara á tænastuferð uttanfyri
í’øroyar uttan eftir avtalu við
lendsstýrið.
Stk 6. Full útiviðbót verð-
ur veitt upp í 28 dagar, fyri
lcngri tíð verður viðbótin sett
niður.
Stk, 7. Fær tænastumaður
úti kost og innivist rindað av
landíkas; anum eftir nærri fyri-
settum tí'eytum, tilkemur hon-
um ikki tiag- og tímapening.
§ 2.
Av dag- og timapeningi skal
tænastumaður rinda kostar-
hald og innivist o. t., meðan
útreiðslur av ferðapeningi við
skipi, bili o. t. verða goldnar
eftir rokning.
§ 3.
Stk. 1. Eftir frammanfyri
tilskilaðu reglum verður dag'-
og tímapeningur fyrisettur so-
leiðis:
Tímapeningur ........ kr. 0,94
Fullur dagpeningur. . „ 17,60
hertil verður veitt
náttviðbót .......... „ 14,95
Viðbót við fullum dag-
peningi 1., 2., 3. og 4.
dag sama stað ........ „ 6,90
Lækkaður dagpening-
ur, heruppií náttvið-
bót ...................„ 17,70
Av hesum náttviðbót „ 4,75
Stk. 2. Viðbót fyri 1., 2., 3.
og 4. dag sama stað verður
bert veitt, um tænastumaður
hevur rætt til dagpening, her-
uppií dagpening umskrivaðan
tímapening.
§ 4.
Reglurnar, sum her eru fyri-
settar fyri tænastumenn, eru
eisini galdandi fyri honorarlønt
starvsfólk í tænastu landsins.
§ 5.
Henda kunngerð kemur í
gildi frá 1. juli 1962, og sam-
stundis fer kunngerð nr. 46
frá 24. august 1960 úr gildi.
Hetta verður hervið gjørt
kunnugt.
Føroya landsstýri, 29. juni
1962.
K. Djurhuus,
varaløgmaður.
J. Djurhuus.