Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Síða 3
Nr. 2.
5. januar.
KUNNGERÐ
um
fyribilsskattaskráseting v.m. fyri árið 1984 og um innkrevjing av skattaeftirstøðum.
Við heimild í §§ 41,42,43,44,45,50,1. og 2. stk., § 51,3. stk., §§ 67 - 76, § 85, § 92,5.
stk., § 95 og § 136 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og komm-
unuskatt (samtíðarskattur) hevur landsstýrið fyrisett:
Fyribilsskattaskráseting.
§ 1. Líkningarráð Føroya hevur fyrisitingina og ábyrgdina av fyribilsskattaskrá-
setingini.
§ 2. Vísandi til løgtingslóg nr. 86 frá 1. juni 1982 um fólkayvirlit og til kunngerð nr.
95 frá 13. juli 1982 um fólkayvirlit, myndar skráin hjá Landsfólkayvirlitinum og
verandi skattaskrá grundarlagið undir fyribilsskattaskrásetingini fyri árið 1984, sbr. §
67, 3. stk. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt
(samtíðarskattur).
§ 3. Fyribilsskattaskrásetingin, sum gjørd verður í december 1983, verður nýtt sum
grundarlag undir fyribilsskattgjaldingini fyri tíðarskeiðið frá 1. apríl til 31. december
1984. Skrásetingar, sum ikki kunnu ásetast um hetta mundið, verða at áseta seinri.
§ 4. Fyri hvørja kommunu sær verður pr. 1. oktober 1983 gjørdur ein skatta- og
manntalslisti við teimum persónum, sum mett verður, skulu fyribilsskattaskrásetast
fyri kalendaraárið 1984. Harumframt verða á serstøkum skattalista tikin við tey feløg
v.m., sum eru skattskyldug til awarðandi kommunu. í fyrra parti verða settir allir
persónar í antin bókstavarøð ella føðingardagsraðfylgju eftir ynski kommununnar. í
seinna parti verða sett øll feløg v.m. í antin bókstavarøð ella við arbeiðsgevaratali
sínum.
§ 5. Skatta- og manntalslistarnir verða sendir kommununum til kunnleika. Komm-
unan ger í hesum sambandi neyðugar rættingar og viðmerkingar til listan.
§ 6. Kommunan brúkar tann rættaða listan sum grundarlag undir fíggjarætlanini
fyri næsta figgjarár og ásetir í hesum sambandi líkningarprosentini, sbrt. § 47,1. stk., í
løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (samtíðarskattur). Listin og líkningar-
prosentini skulu verða líkningarráðnum í hendi innan 15. februar 1984- Samstundis
skal kommunan boða frá tí í § 46, 3. stk., ásetta barnafrádrátti.
Skattakommuna.
§ 7. Persónar verða skrásettir í tí kommunu, har teir tann 1. oktober 1983 hava
tilhald sítt, sbrt. § 41 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (samtíðarskattur).