Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Page 7
23
Nr. 3.
11. januar.
KUNNGERÐ
um
flskiskapin á landleiðini við fiskiførum,
sum hava heimstað og eru skrásett í kongaríkinum.
Við heimild í § 4, 1. stk. í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum
um fiskiveiðu á landleiðini og saman við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið
fyrisett:
Veiða við troli v.m.
Leiðir:
§ 1. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd í teimum til-
skilaðu tíðarskeiðum og á hesum leiðum:
Alt árið innanfyri linjur drignar 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Frá forboðnum
eru tó tey skipini undantikin, ið hava serloyvi til troling.
a) I tíðarskeiðinum 1. november til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka
innanfyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 60°59’00”N 07o51’00”V
2. 61°15’30”N 08°16’00”V
3. 61°13’20”N 08°42’12”V
4. 61°00’00”N 09°11’00”V
5. 60°48’40”N 09°25’00”V
6. 60°25’50”N 09°09’00”V
7. 60°36’30”N 08°45’00”V
8. 60°45’40”N 08°37’00”V
b) í tíðarskeiðinum 1. februar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 12 og
25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17”N
og 07°05’28”V) og 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49”N og 06°33’38”V).
c) I tíðarskeiðinum frá 1. november til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, á leiðini
millum 15 og 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr
Kunoyarnakki (62°22’00”N og 06°41’00”V) og 0° rættvísandi úr Bispinum
(62°20’27”N og 06°15’00”V).
d) í tíðarskeiðinum frá 17. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15
og 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 90° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”
N og 06°15’00” V) og 90° rættvísandi úr Mjóvanesi (62°07’42” N og 06°35’12” V).
e) I tíðarskeiðinum 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, millum 15 og 20
fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N og
06°15’00” V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N og 06°15’00” V).
0 Alt árið millum 12 og 15 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr
Ennibergi (62°23’49” N og 06°33’38” V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”
N og 06°15’00” V) fyri fiskifør við maskinorku upp á 500 HK ella yvir, tó so at
samlaða HK pr. nýtt trol má ikki vera yvir 500 HK.