Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Page 8
24
g) í tíðarskeiðinum 15. oktober til 31. december, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og
17 fjórðingar frá grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Mykineshólmi
(vitanum) (62°05’50” N 07°40’25” V) og 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17” N
07°05’28” V).
h) I tíðarskeiðinum 1. januar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16
fjórðingar frá grundlinjunum millum 260° rættvísandi úr Akrabergi (61°23’38” N
<pg 06°40’15” V) og 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04” N og 06°57’05” V).
i) I tíðarskeiðinum 1. november til 31. december, báðir dagar íroknaðir, millum 18 og
30 fjórðingar frá grundlinjunum millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”
N og 06°57’05” V) og 240° rættvísandi úr sunnara enda á Skúvoynni (61°44’42” N
og 06°48’18” V).
j) í tíðarskeiðinum 1. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á økinum millum linjur
drignar millum hesi 4 støðini og í hesari raðfylgju:
1) 61°53’00”N 07°54’00”V
2) 61°43’00”N 07°42’00”V
3) 61°37’00”N 08°03’00”V
4) 61°47’00”N 08°16’00”V
Økini eru víst á viðlagda kortskjali.
2. stk. I beinleiðis veiðu eftir svartkjafti (Trisepterus poutassou), hvítingsbróður
(Trisepterus esmarkii) og gullaksi (Argentina) er tó loyvt at hava umborð ella nýta trol
við meskum niður til 16 mm, eftir nebbasild (Ammodytes) 12 mm.
3. stk. Skovlváð, trol, snurriváð og líknandi net skulu, tá ið skip eru stødd ella sigla á
teimum í 1. stk. nevndu leiðum og í teimum har tilskilaðu tíðarskeiðum, har veiða við
hesum reiðskapi ikki er loyvd, hava henda reiðskap burturstúgvaðan á sínum náttúr-
liga staði og trolwirar útsjeklaðar.
4. stk. Landsstýrið kann eftir umsókn gera undantak frá forboðnum í 1. stk., tá ið
talan er um veiðu eftir hummara, skeljadjórum, veiðu við rannsóknarendamáli ella til
roynd av fiskireíðskapi. Tilík loyvi skulu altíð vera tíðarbundin.
Reiðskapur:
§ 2. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið
gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm. Tað er ikki
loyvt at snøra posan, tó er loyvt at knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á
síðurnar á posanum, til undirsíðuna á trolposanum (codendanum) fyri at minka um
slit.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir 1. og 2. stk. skal vera fyri seg sjálvan
í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum, lættliga
ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð nr. 65 fyri vaktartænastuna
á landleiðini viðvíkjandi meskamáting frá 7. august 1979.
Veiða við gørnum.
Leiðir:
§ 3. Veiða við gørnum eftir toski, hýsu ella upsa er ikki loyvd í teimum tilskilaðu
tíðarskeiðum á hesum leiðum: