Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Page 10
26
Minstamát á flski.
§ 6. Fiskur, ið ikki stendur niðanfyri nevndu mát, máldur fremst úr høvdinum til
aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan fisk um borð, men
skal hann verða sleptur út aftur beinanvegin:
cm
Toskur (Gadus Morhua) 34
Hýsa (Melanogrammus aeglefinus) 31
Reyðsprøka (Pleuronectus platessa) 25
Lálla (Clyptocephalus cynoglossus) 28
Tunga (Microstomus kitt) 25
Kalvi (Hipoglossus vulgaris) 45
Sild (Clupea harengus) 22
Glaskvoysa (Lepdorhomus whiff) 25
Hvítingur (Merlangus merlangus) 23
Sandsprøka (Limanda limanda) 15
Upsi (Pollachius virens) 35
2. stk. ídnaðarfískiskapur eftir makreli (Scomber scombrus), ið er minni enn 30 cm
máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó kunnu upp til 20%
eftir vekt í eini last vera undirmátsfískur.
Friðaður fískur.
§ 7. Fiskiskapur eftir Norðhavssildini (Atlanto/skandisk) er ikki loyvdur.
Fiskiskapur innanfyri landsoddarnar kemur tó ikki undir forboðið, tó er á hesi leið
ikki loyvt at veiða eftir sild við kraftblokki.
Straffireglur.
§ 8. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og heraftrat kann allur
fískireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur, uppstandarar v.m. og fongur koma
undir konfískatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi beinanveg, samstundis fer úr gildi kunngerð nr.
14 frá 4. februar 1980 um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum hava heimstað
og eru skrásett í kongaríkinum, kunngerð nr. 20 frá 29. apríl 1981, kunngerð nr. 69 frá
2. oktober 1981, kunngerð nr. 22 frá 16. februar 1982 og kunngerð nr. 107 frá 27.
oktober 1982.
FØROYA LANDSSTÝRI, 11. januar 1984.
Anfinn Kallsberg
landsstýrismaður
/Julianna Klett