Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Page 19
35
§ 5. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireið-
skapur vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði.
§ 6. Tað er ikki loyvt at seta og hava standandi fleiri gørn enn hesi eftir manningar-
talinum:
Er manningartalið 6 ella lægri:
Er manningartalið 7 ella 8:
Er manningartalið millum 9 og 14:
Er manningartalið 14 ella hægri:
150
210
270
280
Eru gørnini styttri ella longri enn 15 favnar, verður loyvda garnatalið hækkað ella
lækkað í mun her til. Skip, ið liggur hjá gørnunum undir fiskiskapi, hevur loyvi at hava
eins nógv gørn umborð, sum tað hevur loyvi at hava standandi í sjónum.
2. stk. Um skip missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta at bjarga ella
dreggja garnið og geva Vaktar- og Bjargingartænastuni fráboðan eisini um positión,
har garnið er mist. Somuleiðis hevur skiparin skyldu at boða Vaktar- og
Bjargingartænastuni frá, um tað er eydnast honum at bjarga garninum.
3. stk. Hvør endaboya á hvørjum trossa skal hava stong. Stengurnar skulu ovast
hava flagg og í minsta lagi ein vimpul og um náttina ravgult ljós. Endaboyurnar skulu
vera merktar við havnakenningarbókstavum og nummari á fiskifarinum.
§7. í línuveiðu skulu endaboyurnar hava flagg á stongini og ikki vimpul.
Endaboyurnar skulu vera merktar við havnarkenningarbókstavum og nummari á
fiskifarinum.
2. stk. Á línuni mugu fyri hvørjar hundrað húkar bert 8 vera kalvahúkar og hægst 8
fyri hvørjar 100 favnar av línu.
§ 8. Fiskur, ið ikki stendur niðanfyri nevndu mát, máldur fremst úr høvdinum til
aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan físk umborð á
nøkrum skipi, men skal hann verða sleptur út aftur beinan vegin:
cm
Upsi (Pollachius virens)
Toskur (Gadus Morhua)
Hýsa (Melanogrammus aeglefínus)
Kalvi (Hippoglossus vulgaris)
Reyðsprøka (Pleuronectus platessa)
Lálla (Clyptocephalus cynoglossus)
Tunga (Microstomus kitt)
Glaskvoysa (Lepdorhomus whiff)
Hvítingur (Merlangus merlangus)
Sandsprøka (Limanda limanda)
35
34
31
45
25
28
25
25
23
15
§ 9. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, línur, uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfíska-
tión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða