Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Side 22
Nr. 11.
3. februar.
KUNNGERÐ
um
norska fískiveiðu á landleiðini eftir makreli í 1984.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond,
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á land-
leiðini, er í 1984 loyvt skipum, skrásett og heimahoyrandi í Noreg, at reka fiskiskap á
landleiðini uttanfyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum eftir makreli við nót.
§ 2. Loyvda veiðan er 15.000 tons.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at:
1) landsstýrið (Fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um
navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingar-
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu,
maskinhestakreftir og veiðuhátt,
2) skipið hevur fingið fiskiloyvi,
3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur á land-
leiðina, og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina,
4) skipið sigur dagliga fyrrapartin Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 0700
GMT, og frá dagligu veiðuni,
5) skipið fylgir vegleiðingini frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av tænast-
uni, og
6) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur
met yvir veiðunøgd.
§ 4. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireið-
skapur vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði.
§ 5. Fiskiskapurin eftir makreli (Scomber scombrus), ið er minni enn 30 cm, máldur
fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó kunnu upp til 20% eftir
vekt í eini last vera undirmátsfiskur.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og herafturat kann allur
fískireiðskapur og fongur koma undir konfískatión. Skipið kann eisini heftast til
rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um førarin av skip-
inum er skuldsettur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.