Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Síða 35
51
Nr. 22.
19. mars.
KUNNGERÐ
um
sjómansskatt.
Sjómenn, búsitandi í Føroyum, ið sigla við donskum skipum undir sjómansskatta-
skipan, rinda skatt til Danmark eftir sjómansskattalógini sambært sáttmálanum frá
25. september 1968 millum danska ríkisstýrið og Føroya landsstýri.
2. stk. Sjómansskatturin, ið verður roknaður og afturhildin av hýruni umborð, er
fyri kommunuskatt, kirkjuskatt og landsskatt í Føroyum.
3. stk. Skatturin, undantikið gjald til dagpeningastuðul, sum sjómenn við donskum
skipum, ið eru undir fullari skattskyldu í Føroyum, gjalda, fer í landskássan. Skatturin
verður eftir avgerð landsstýrisins býttur millum landskassan og avvarðandi
kommunur í Føroyum.
4. stk. Landsstýrið hevur við samráðingum við skattamyndugleikan í Danmark ásett
niðanfyristandandi reglur viðvíkjandi skattligu viðgerðini av føroyskum sjómonnum
undir donsku sjómansskattaskipanini.
§ 1. Sjómaður, ið er skattskyldugur í Føroyum, men sum kemur undir donsku sjó-
mansskattaskipanina í Danmark, skal gjalda skatt til heimakommununa og til Føroya
landskassa av inntøku, sum sjómansskattur verður ikki latin av, uttan mun til um
inntøkan er vunnin, áðrenn hann kom undir sjómansskatt, meðan hann er undir
sjómansskatti, ella aftan á at hann er farin í land aftur.
2. stk. Kommunu-, kirkju- og landsskattur verður roknaður av hesari inntøku,
soleiðis at av skattinum, útroknaður eftir samlaðu skattskyldugu inntøkuni, heruppií
inntøkan forvunnin undir sjómansskattaskipanini, skal gjaldast tann partur, sum
svarar til lutfallið millum inntøkuna eftir 1. stk. í hesi grein og samlaðu skattskyldugu
inntøkuna. Líkningarráð Føroya verður heimilað at áseta og lýsa útrokningarháttin
samsvarandi hesum reglum.
§ 2. Sjómaður undir sjómansskattaskipanini hevur rætt til frádrátt i inntøkuni fyri:
1) Uppihaldspening til hjúnafelaga, skildan ella skildan til borð og song, barnapening
til børn yngri enn 18 ár smbr. reglurnar í § 33, pkt. 9 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. sep-
tember 1983 um landsskatt og kommunuskatt (samtíðarskattalógin).
2) Tap vegna ábyrgd ella lánveiting til vinnuvirki, smbr. reglurnar í § 33, nr. 2 í løg-
tingslóg nr. 86 frá 1. september 1983.
3) Privatar rentur.
4) Hall sambært roknskap í samband við vinnuvirki.
5) Útreiðslur til eftirlønartryggingar v.m. smbr. løgtingslóg nr. 51 frá 29. december
1971 um skatt av rentutryggingum v.m. við seinri broytingum.
2. stk. Um sjómaður hevur B-inntøkur, t.d. yvirskot av útleigan ella øðrum vinnu-
virki (frásæð uttanlands lønarinntøkan), hevur hann bert rætt til frádrátt í sjómans-
inntøkuni í tann mun, sum útreiðslurnar við frádráttarrætti eru hægri enn B-inntøkan.
Hesar útreiðslur verða drignar frá hvønn mánað við einum tíggjundaparti.