Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Blaðsíða 36
52
§ 3. Hevur sjómaður vinning av B-inntøkum, verður, eftir at loyvdu útreiðslurnar
eru frádrignar, fyribilsskattur goldin av skattskyldugu inntøkuni við 50% við skatta-
rokning eftir reglunum í § 74 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt
og kommunuskatt (samtíðarskattalógin). A-inntøkur, sum sjómaður fær, meðan hann
er undir sjómansskattaskipan, koma undir reglurnar um fyribilsskatt við 50% av
skattskyldugari inntøku eftir § 63 í somu løgtingslóg.
§ 4. Giftur maður fær persónsfrádrátt fyri konu samsvarandi reglunum í sjómans-
skattalógini. Verður konan skattað av inntøku í Føroyum, fellur hesin persónsfrá-
dráttur burtur, men fær konan tá í staðin persónsfrádrátt í álíkningini á landi. Fær
konan ikki nýtt henda persónsfrádrátt til fulnar, verður tann ikki nýtti persónsfrá-
dráttur fluttur til frádrátt á sjómansskattakortinum hjá manninum.
§ 5. Barnafrádrátturin hjá hjúnum, har maðurin er undir sjómansskattaskipanini,
verður útgoldin í samband við avrokning av sjómansskattinum.
§ 6. Sjómansskatturin verður býttur soleiðis, at landskassin fær 60% og avvarðandi
kommuna 40% av avroknaða skattinum. Barnafrádráttur verður drigin av lands-
kassans parti og kommununnar parti svarandi til barnafrádráttin sambært galdandi
skattalóggávu.
§ 7. Líkningarráðnum verður latið upp í hendi at býta skattin eftir omanfyri settu
reglum og at avrokna kommununum gjøgnum gjaldstovuna. Avroknað verður bert í
heilum krónum.
§ 8. Sjómaður, sum í árunum 1982,1983 og 1984heiltellapartvísthevurveriðundir
donsku sjómansskattaskipanini, kemur undir reglurnar um skatting av fluttari
inntøku og meirinntøku eftir §§ 7 og 10 í løgtingslóg nr. 118 frá 29. december 1983 um
skiftisreglur í samband við samtíðarskatt treytað av, at hann er undir fullari skatt-
skyldu í Føroyum 1. apríl 1984. I uppgerðini av meirinntøku verður fyri nevndu
inntøkuár roknað við samlaðu skattskyldugu inntøkuni heruppií inntøka forvunnin
undir sjómansskattaskipanini. Meirinntøka hjá sjómanni uppgjørd eftir nevndu
reglum kann tó ikki vera hægri enn tann parturin av 1983 inntøkuni, sum sjómans-
skattur ikki er latin av ella sum ikki er skattað eftir reglunum fyri tilflytarar í § 19, 3.
stk. í løgtingslóg nr. 50frá2. juli 1963umlandsskatt og kommunuskatt. Fyrihjún skal
inntøkan hjá konuni leggjast afturat inntøkuni hjá manninum, áðrenn meirinntøkan
verður roknað.
§ 9. Henda kunngerð fær gildi frá 1. apríl 1984 og samstundis fer kunngerð frá 2.
apríl 1982 um sjómansskatt úr gildi.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 19. mars 1984.
Tórbjørn Poulsen
landsstýrismaður
/J. Djurhuus