Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Side 72
88
Nr. 29.
13. apríl.
KUNNGERÐ
um
útvarpsgjald.
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarps-
gjaldið fyri 1984 fyrisett:
I. Hann, ið nýtir radiomóttakara, skal gjalda árligt gjald kr. 550,00. Menn, ið selja
ella umvæla radiotól og nýta radiomóttakara í virki sínum, svara gjald av einum
móttakara í virki sínum. Somuleiðis verða goldnar kr. 550,00 árliga fyri:
a) móttakarar, ið eru í húsinum hjá loyvishavaranum, og sum verða nýtt av ar-
beiðsgentum, lærlingum, gistandi og øðrum (millum annað av børnum, ið hava
fylt 18 ár, sum sjálv eiga ella nýta radiomóttakara).
b) móttakarar í bilum og umborð á skipum og bátum,
c) móttakarar, uppsettir í skúlum, sjúkrahúsum, aldursheimum og tílíkum,
d) móttakarar, uppsettir í krambúðum, skrivstovum, hotellum, verkstøðum og
tílíkum.
II. Fyri lurtaratól, uppsett undan 1. apríl 1984 skal gjaldið verða goldið í seinasta lagi
l.juni 1984. Um goldið verður aftan á l.juni 1984 verður at gjalda eykagjald kr.
10,-. Fyri móttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. december, verður at
gjalda kr. 275,00.
III. Verður radiomóttakari seldur ella á annan hátt latin øðrum, skal boðast út-
varpinum frá skrivliga beinan vegin og i seinasta lagi 10 dagar eftir, fyri at sleppa
undan at gjalda fyri næsta hálvár. Tann fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri tað
hálvár, hann letur radiomóttakaran. Um radiomóttakari gerst ónýtiligur, eigur at
boðast útvarpinum frá skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir, fyri
at sleppa undan at gjalda fyri næsta hálvár.
Tey, sum ikki gjalda rættstundis, koma samsvarandi lógini um útvarp undir sekt,
eins og gjaldið verður pantað.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 13. apríl 1984.
Tórbjørn Poulsen
landsstýrismaður
/J. Djurhuus