Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Side 87
103
Nr. 43.
11. mai.
KUNNGERÐ
um
trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar.
Við heimild í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum um fiskiveiðu
á landleiðini, hevur Føroya landsstýri saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:
§ 1. Eftir umsókn og við loy visbrævi frá landsstýrinum er, hóast forboðið í kunngerð
nr. 3 frá 11. januar 1984, loyvt, við fiskiførum 55 br. reg. t. til støddar og minni, at veiða
við troli á landleiðini í niðanfyri nevndu tíðarskeiðum á hesum pørtum av landleiðini
innanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum, javnber viðhefta kortskjal:
Øki 1: í tíðarskeiðinum frá 15. mai 1984 til 15. august 1984, báðir dagar íroknaðir,
millum 8 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Kall-
inum (62°22’15” N 06°48’20” V) og 0° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16” N
06°18’00” V).
Øki 2 a: I tíðarskeiðinum frá 15.mai 1984 til 15.august 1984, báðirdagaríroknaðir,
uttan fvri 7 fjórðingar úr landi millum 090° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N
06°15’00” V) og 117° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48” N 06°37’30” V).
Øki 2 b: I tíðarskeiðinum l.juli 1984til 15. juli 1984,báðirdagaríroknaðir,millum
4 fjórðingar og 7 fjórðingar úr landi millum 090° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N
06°15’00” V) og 090° rættvísandi úr Skoruni (62°11’04” N 06°25’50” V), fyri bátar
undir 20 brt.
Øki 2 c: í tíðarskeiðinum 15. juni 1984 til 30. juni 1984, báðir dagar íroknaðir,
millum 4 fjórðingar og 7 fjórðingar úr landi millum 090° rættvísandi úr Skoruni
(62° 11’04” N 06°25’50” V) og 117° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48” N 06°37’30” V).
Øki 3: I tíðarskeiðinum 15. juni 1984 til 15. august 1984, báðir dagar íroknaðir,
millum 4 fjórðingar úr landi og 6 fjórðingar úr grundlinjunum, millum 090°
rættvísandi úr Mjóvanesi (Suðuroy) (61°37’35” N 06°52’02” V) og 090° rættvísandi úr
Porkerisnesi (61°29’14” N 06°41’38” V).
Øki 4: í tíðarskeiðinum frá 15. mai 1984 til 15. juni 1984, báðir dagar íroknaðir, 6
fjórðingar úr landi millum 230° rættvísandi úr Beinisvørði (61°25’10” N 06°45’15” V)
og 230° rættvísandi úr Ørnanípuni (61°38’48” N 06°58’30” V).
Øki 5: í tíðarskeiðinum 15. mai 1984 til 15, august 1984, báðir dagar íroknaðir,
millum 4,5 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum millum 240° rættvísandi úr
Ørnanípuni (61°38’48” N og 06°58’30” V) og 240° rættvísandi úr Trøllhøvda
(61°55’04” N 06°57’05” V).
Øki 6: í tíðarskeiðinum 15. mai 1984 til 15. august 1984, báðir dagar íroknaðir, 5
fjórðingar úr Gáshólmi, 4 fjórðingar úr Mykinesi, millum 230° rættvísandi úr Draga-
sundi (62°04’30” N 07°24’30” V) og 255° rættvísandi úr Mykinesi (Vitanum)
(62°05’50” N 07°40’25” V).
Øki 7: f tíðarskeiðinum 15. mai 1984 til 15. august 1984, báðir dagar íroknaðir, 7
fjórðingar úr landi millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N 07°27’00” V)
og 0° rættvísandi úr Mýlingi (62° 18’11” N 07°12’30” V).