Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Page 154
170
Nr. 74.
14. juni.
KUNNGERÐ
um
roynd aftan á lokið stoðisár á grundútbúgvingini innan fyrisitingar-, handils- og skriv-
stovuøkið.
Eftir heimild í § 3,1. stk. í løgtingslógnr. 69frá 30. juni 1983 grundútbúgving innan
fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið hevur landsstýrið fyrisett:
I Tilmeldan til roynd.
§ 1. Endalig roynd verður hildin í maj-juni (regluligt royndarskeið) og í september-
oktober (eykaroyndarskeið).
2. stk. Um krøvini til royndirnar og royndarskipanirnar í teimum einstøku læru-
greinunum galda reglurnar í lesiætlanunum, reglur, sum Landsskúlafyrisitingin ásetir,
og fremjingarreglurnar fyri royndirnar, smb. § 9.
§ 2. Skúlinskalíseinastalagi 12. desemberboða Landsskúlafyrisitingini frá, hvørjir
næmingar skulu til roynd í regluliga royndarskeiðinum. Skúlin skal brúka eitt oyðiblað
frá Landsskúlafyrisitingini, so at hesar upplýsingar koma til fyrisitingina um hvønn
næming: navn, føðingardagur og -ár, kravdar lærugreinir, vallærugreinir, torleikastig,
um lærugreinin er munnlig og/ella skrivlig, og hvør, ið er lærari. Skúlin skal boða
Landsskúlafyrisitingini frá skjótast til ber, um nøkur broyting verður seinri.
2. stk. Næmingur, sum ikki hevur hildið tey krøv um møtiskyldu og skyldu at lata
inn skrivligt arbeiði, sum Landsskúlafyrisitingin ásetir, fær hvørki ársmet ella roynd-
arpróvtal.
II Skipan av roynd.
§ 3. Allir næmingar skulu til roynd í 6 kravdum lærugreinum. Landsskúlafyrisitingin
ger av við lutakasti, hvørjum lærugreinum hvør flokkur skal til roynd í. Næmingarnir
kunnu ikki fara til roynd í bæði skrivligum og munnligum í somu lærugrein sama ár.
§ 4. Næmingarnir skulu til roynd í minsta lagi í einari vallærugrein. Teir kunnu fara
til roynd í øllum vallærugreinum, sum teir hava fingið undirvísing í, og sjálvir velja, um
royndin skal vera munnlig ella skrivlig, um báðir møguleikar eru.
§5. Um undirvísingin í lærugreinini hevur verið á ymsum torleikastigum, er høvuðs-
reglan tann, at royndin skal laga seg eftir hægsta stiginum, sum næmingurin hevur
fingið undirvísing í.
2. stk. Frávik kann tó gerast frá hesi reglu, um skúli og næmingur eru samdir um
frávikið.
§ 6. Landsskúlafyrisitingin tilnevnir próvdómarar og ásetir, nær tær skrivligu og
munnligu royndirnar verða hildnar. Royndartalvurnar verða sendar skúlanum í
seinasta lagi 14 dagar, áðrenn royndirnar byrja. Tær eru tá loyniligar, soleiðis at bert
skúlaleiðarin og/ella eitt umboð fyri hann kannar tær.