Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Side 155
171
2. stk. í fyrsta lagi 10 dagar áðrenn fyrsta royndin byrjar, mugu royndartalvurnar
kunngerast.
3. stk. Hvør próvtakari kann bert fara til eina roynd um dagin.
§ 7. Næmingar, ið eru tilmeldaðir til roynd í regluliga royndarskeiðinum, men sum
vegna sjúku heilt ella lutvíst hava verið forðaðir at tikið royndina, kunnu tilmeldast av
nýggjum til royndina í eykaroyndarskeiðinum.
2. stk. Landsskúlafyrisitingin kann undir serstøkum viðurskiftum loyva
næmingum, ið eru tilmeldaðir til roynd í tí regluliga royndarskeiðinum, men sum av
aðrari orsøk enn sjúku ikki ella bert lutvíst hava verið til royndina, at fara til roynd í
eykaroyndarskeiðinum.
3. stk. Ein næmingur kann fara til umroynd ávikavist roynd í eykaroyndarskeið-
inum í ávísum lærugreinum, um hann hevur fingið 8 ella meira í ársmeti og 00 ella 03 til
royndina, ella um hann hevur fingið 00 ella 03 í ársmeti, og lærugreinin ikki verður
úttikin til royndina.
4. stk. Næmingar, sum ynskja umroynd ávikavist eftir 1., 2. ella 3. stk., skulu
skrivliga boða skúlanum frá hesum í seinasta lagi 20. juni ella seinasta royndardag, um
hesin er seinri.
§ 8. Royndirnar í eykaroyndarskeiðinum verða hildnar eftir somu reglum, sum eru
galdandi fyri royndirnar í tí regluliga royndarskeiðinum, tó soleiðis at fráboðanin til
Landsskúlafyrisitingina smb. § 2, 1. stk. skal gevast í seinasta lagi 10. august.
III Alment um royndirnar.
§ 9. Landsskúlafyrisitigin ásetir nærri reglur fyri, hvussu royndirnar verða framdar
og fyri loyvd hjálparamboð v.m.
§ 10. Ein lærari kann ikki vera próvdómari á somu skúladeild, har hann starvast
sum lærari.
§ 11. Royndarpróvtølini verða skrivað á ein av Landsskúlafyrisitingini góðkendan
lista, ið lærari og próvdómari skriva undir. Um semja ikki er um at áseta eitt próvtal,
verða serpróvtølini hjá próvdómara og lærara skrivað á listan. Tað liggur á
próvdómara at handa ella í innskrivaðum brævi at senda skúlanum próvtalslista.
2. stk. Skúlaleiðarin ella eitt hjálparfólk, hann gevur heimild til tess, skrivar tey
endaligu próvtølini inn í góðkendu royndarprotokollina. Er ikki semja um próvtalið,
verður próvtalið sett av skúlaleiðaranum eftir reglum, sum standa í § 21.
3. stk. Tá próvtalslistin er undirskrivaður, hevur próvdómarin rætt til at gera seg
kunnugan við ársmet næminganna í lærugreinini.
4. stk. Skúlin skal varðveita próvtalslistarnar i minsta lagi eitt ár.
IV Tær skrivligu royndirnar.
§ 12. Landsskúlafyrisitingin ger uppgávurnar til tær skrivligu royndirnar og sendir
skúlanum tær í seinasta lagi 8 dagar, áðrenn tær skrivligu royndirnar byrja.
2. stk. Tað neyðuga uppgávutalið, t.e. í minsta lagi 6 út yvir talið av próvtakarum,
verður lagt í ein sterkan, tjúkkan brævbjálva, sum verður latin aftur við segli. Á bræv-