Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Page 158
174
10 verður givið fyri avbera gott, men av handahógvi merkt avrik.
9 verður givið fyri gott avrik, sum er eitt sindur yvir miðal.
8 verður givið fyri miðalgott avrik.
7 verður givið fyri toluligt avrik, sum er eitt sindur undir miðal.
6 verður givið fyri heldur ivasamt avrik, sum ein so dánt hjálpist við.
5 verður givið fyri vánaligt avrik, sum ein ikki hjálpist við.
03 verður givið fyri sera vánaligt og óhjálpið avrik.
00 verður givið fyri út av lagi ringt avrik.
§ 20. Allir næmingarnir skulu hava ársmet í øllum lærugreinum, sum roynd kann
verða hildin í. Um møguleiki er fyri bæði skrivligari og munnligari roynd, skal ársmet
setast í báðum førum.
2. stk. Skúlaleiðarin má ikki kunngera royndartalvurnar, smb. § 6, fyrr enn øll
ársmet eru komin í hendi, smb. 3. stk.
3. stk. Ársmetini lýsa meting lærarans av støðu næmingsins, tá ið skúlaárið endar.
Hesi ársmet verða skrivað i eina royndarprotokoll í seinasta lagi 15 dagar, áðrenn
fyrsta roynd i royndarskeiðinum byrjar.
4. stk. í skrivligum lærugreinum skulu í minsta lagi tvær skrivligar støðuroyndir
verða í árinum. Hesar støðuroyndir skulu í torleika liggja ájavnt við endaligu roynd-
irnar. Undirskrivaðir listar yvir úrslitini av støðuroyndunum skulu handast skúla-
leiðsluni skjótast tilber aftan á roynd eftir reglum, sum skúlin ásetir. Skúlin skal
varðveita hesar listar í minsta lagi 1 ár.
§ 21. Til royndirnar geva próvdómari og lærari hvør sítt próvtal, smb. §§ 11 og 14.
Um próvdómari og lærari ikki gerast samdir undir samráðing um royndarpróvtalið,
verður próvtalið tað tal á stiganum, sum liggur næst miðaltalinum. Liggur miðaltalið
mitt ímillum tvey próvtøl á stiganum, verður tað hækkað til tað fyrsta hægra talið á
stiganum, um tað er próvdómarin, ið hevur givið tað hægra próvtalið, men hevur
próvdómarin givið tað lægra próvtalið, verður próvtalið tað fyrsta lægra talið á
stiganum. Próvtølini 00 og 13 kunnu tó bert verða givin, um bæði lærari og próvdómari
eru samdir um tað.
2. stk. Tá ið tað endaliga próvtalið verður sett út frá ársmeti og royndarpróvtali, sí §
24, verður eitt miðaltal útroknað við einum desimali. Samsvarar miðaltalið ikki við
einum tali á próvtalsstiganum, verður próvtalið tað tal á stiganum, sum liggur næst
miðaltalinum. Liggur miðaltalið mitt í millum tvey tøl á stiganum, verður tað hækkað
til tað fyrsta hægra talið á stiganum. Próvtalið 13 kann ikki gevast við hækking.
VII. Frágreiðing um úrslitið av royndunum
§ 22. Alt fyri eitt, sum royndirnar eru loknar, sendir skúlaleiðarin Landsskúla-
fyrisitingini hagtøl royndini viðvíkjandi á oyðibløð frá Landsskúlafyrisitingini.
VIII. Fráfaringarskjal
§ 23. Fráfaringarskjal verður skrivað á eitt serligt oyðiblað, sum Landsskúlafyri-
sitingin hevur góðkent.