Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Blaðsíða 160
176
Nr. 75.
25. juni.
KUNNGERÐ
um
sjónvarpsgjald.
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 77 frá 21. mai 1982 um sjónvarp hevur landsstýrið
fyrisett:
§ 1. Fyri nýtslu av sjónvarpsmóttakara skal gjaldast árligt gjald kr. 600,00.
§ 2. Tað í § 1 nevnda gjald er galdandi fyri sjónvarpsmóttakarar, ið verða nýttir av
gjaldaranum ella húsfólki hansara, sum hann er uppihaldari hjá.
2. stk. Sjónvarpsmóttakarar, sum ikki koma undir reglurnar í 1. stk., verður goldið
sjálvstøðugt gjald fyri:
1) Sjónvarpsmóttakarar, sum eru uppsettir í húsinum hjá gjaldaranum og sum verða
nýttir av øðrum enn teimum húsfólkum, sum nevnd eru í 1. stk.
2) Fyri sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í egnum ella í útleigaðum húsum gjald-
arans ella í húsum, sum gjaldarin eigur og sum hann ella húsfólk hansara nýta til
feriubústað ella annað.
3) Fyri sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í virkjum, stovnum v.m.
4) Fyri sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í flutningstólum, tá hesi bert verða nýtt
til vinnuligt endamál.
5) Fyri sjónvarpsmóttakarar umborð á skipum, sum eru skrásett i Føroyum.
6) Fyri sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir á kostskúlum, øðrum skúlum og
felagshølum v.m.
7) Sjónvarpsmóttakarar á hotellum, gistingarhúsum v.m.
8) Sjónvarpsmóttakarar á sjúkrahúsum, aldursheimum, dagstovnum v.m.
§ 3. Persónar, búsettir uttanlands, sum eru í Føroyum í styttri tíð enn 3 mánaðir og
hava sjónvarpsmóttakara við, skulu einki gjalda í sjónvarpsgjaldi.
§ 4. Fyri sjónvarpsmóttakarar uppsettir áðrenn 1. oktober í einum ári eigur gjaldið
at verða goldið sjónvarpinum í seinasta lagi 8. oktober sama ár.
2. stk. Fyri sjónvarpsmóttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. oktober til 31. mars
verður at gjalda hálvt gjald í seinasta lagi 7. apríl.
3. stk. Gjaldskyldan hvílir á eigaranum (nýtaranum), um hann eigur sjónvarpsmót-
takaran, hevur hann til láns, leigu ella líknandi.
4. stk. Um goldið verður aftaná teir í 1. og 2. stk. nevndu falldagar, eigur at verða
goldið eykagjald kr. 25,00. Sjónvarpsgjaldið og eykagjaldið kunnu innheintast við
panting.
5. stk. Tann, ið ognar sær sjónvarpsmóttakara ella á annan hátt nýtir sjónvarpsmót-
takara, skal boða Sjónvarpi Føroya frá innan 14 dagar navn og bústað hjá honum, sum
skal gjalda fyri móttakaran.
§ 5. Tann, ið selur ella leigar út sjónvarpsmóttakarar, hevur skyldu at siga Sjónvarpi