Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Blaðsíða 168
184
Nr. 81. 22. august.
REGLUGERÐ
fyri
Strandfaraskip Landsins.
§ 1. Strandfaraskip Landsins er stovnur undir Føroya Landsstýri.
2. stk. Strandferðslan hevur til endamáls:
1. at reka rutusigling innanoyggja við fólki og farmi, rutukoyring við farmi og tyrlu-
flutning,
2. at vera tænastuveitanđi stovnur og í so stóran mun sum gjørligt rikin út frá handils-
ligum sjónarmiði,
3. at laga seg eftir menning samfelagsins,
4. at hava samvinnu á breiðum grundarlagi við samferðslunevndina, vaktar- og bjarg-
ingartænastuna, sjúkrahúsverkið, postverkið, telefonverkið, gjaldstovuna og aðrar
almennar stovnar.
§ 2. Landsstýrið setir strandferðslustjóran, ið hevur leiðsluna av strandferðsluni.
2. stk. Landsstýrið setir og loysir úr starvi eftir tilmæli frá stjóranum leiðandi starvs-
fólk og skiparar.
3. stk. Stjórin setir og loysir úr starvi starvsfólkið annars í samráð við avvarðandi
leiðara/skipara.
4. stk. Talið á starvsfólki verður sett av landsstýrinum eftir nærri avtalu við stjóran.
Starvsfólkið verður lønt og starvast eftir sáttmálum og eftir reglum settar av lands-
stýrinum.
§ 3. Allar ætlanir um útbygging, umskipan og nýskipan av strandferðsluni verða
gjørdar av strandferðsluni í samráð við landsstýrið og skulu góðkennast av lands-
stýrinum, áðrenn tær verða settar í verk.
§ 4. Uppskot til ferðaætlanir verða gjørd av strandferðsluni og samferðslunevndini í
felag og send landsstýrinum til góðkenningar í góðari tíð, áðrenn tær skulu setast í gildi.
§ 5. Flutnings- og farmagjøld skulu góðkennast av landsstýrinum.
§ 6. Strandferðslan hevur sín roknskap, sum verður grannskoðaður av løggildum
grannskoðara og síðani at góðkenna eftir reglunum fyri almennar roknskapir.
2. stk. Lántøka til skip hjá strandferðsluni, avdráttir og rentur av tílíkum lánum og
útreiðslur til nýíløgur og umbyggingar verða ikki tiknar við á roknskapinum, men
bókaðar á vanliga landskassaroknskapinum, meðan lántøka til pakkhús, bíðirúm,
bilar, trukkar og aðrar smærri íløgur verða bókað yvir roknskapin hjá Strandferðsluni.
3. stk. Fíggjar-, rakstrar- og íløguætlan fyri strandferðsluna verður gjørd á hvørjum
ári og skal latast landsstýrinum til góðkenningar í seinasta lagi 1. oktober.
§ 7. Strandferðslan verður bundin við undirskrift av stjóranum, har annað ikki er
ásett í hesi reglugerð. Bert stjórin kann gera avtalur stovnsins vegna.
2. stk. Ávísingarmyndugleiki stjórans verður ásettur av landsstýrinum.