Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Side 172
188
Nr. 84.
21. september.
KUNNGERÐ
um
løgtingsval
Við heimild í § 15, 2. stk. í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya
Løgting ásetir løgmaður, at val verður til Føroya Løgting hósdagin 8. NOVEMBER
1984.
1. Nýggjur flokkur. Seinast 5 vikur áðrenn valdagin, tað er seinast hósdagin 4. oktober
1984 kl. 1800 kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða landsstýrinum frá stovnan av
nýggjum flokki, sum tekur lut í valinum. Við fráboðanini av nýggjum flokki skulu
fylgja dagfestar og undirskrivaðar váttanir frá øllum veljarum, sum fráboða flokkin,
og váttanirnar skulu vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, um at við-
komandi eru á vallista. Váttanir, sum eru eldri enn 1 ár frá fráboðanardegnum, kunnu
ikki góðkennast. Flokkurin verður tikin við í býtinum av eykaumboðum.
2. Valevnislistar skulu vera formanninum í avvarðandi løgtingsvalnevnd í hendi í
seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin, tað er hósdagin 18. oktober 1984 kl. 1800.
Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn 2 ferðir talið av løgtingsmonnum, ið
veljast skulu í valdøminum. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur
ógildugur. Valevnini skulu verða so skilliga lýst við navni, starvi og bústaði, at eingin
samanblanding við nakran annan valbæran persón kann standast av. Listin skal vera
undirskrivaður av valevnunum og í minsta lagi av 10 og í mesta lagi av 15 veljarum sum
stillarum, og hjálagdur skal vera listi yvir stillararnar, har teir skilliga eru lýstir við
navni, starvi og bústaði. Stillararnir kunnu eisini undirskriva á avrit av
valevnislistanum. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og hesum hevur rætt til á
einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum fyri, at listin er
móttikin og nær.
Eingin má stilla upp samstundis til val í ymsum valdømum ella sum valevni hjá
meira enn einum flokki ella stilla upp uttanflokka og samstundis taka undir við einum
flokki. Ger nakar móti hesum, verður valið, um tað fellur á hann, ógildugt.
Eingin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnislista. Hann, ið er stillari fyri fleiri
listar, kann ikki roknast sum stillari hjá nøkrum lista.
3. Floksgóðkenning av listum. í seinasta lagi 14 dagar áðrenn valdagin, tað er seinast
hósdagin 25. oktober 1984 kl. 1800, kann ein flokkur skrivliga boða formanninum fyri
viðkomandi løgtingsvalnevnd frá, hvønn ella hvørjar valevnislistar flokkurin
góðkennir sum listar floksins. Verður eingin tílík fráboðan gjørd, verða teir
valevnislistar, sum taka undir við flokkinum, roknaðir sum góðkendir av honum.
Valevnislistar, sum ikki verða góðkendir av flokkinum, verða at rokna sum uttan-
flokkalistar.
4. Ógildugur valevnislisti. Um valevnislisti verður lýstur ógildugur ella um valevni
verður strikað av listanum, skal henda avgerð valnevndarinnar, sum er endalig, verða