Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Side 176
192
§ 9. Persónar, hvørs skattskylda tekur við aftaná 1. oktober 1984 verða skrásettir í tí
kommunu, sum roknað verður sum tilhaldskommuna teirra sbr. § 43, 2. stk. í lóg um
samtíðarskatt.
§ 10. Teir í løgtingslóg um samtíðarskatt í § 2, a og b nevndu avmarkað skatt-
skyldugu persónar verða skrásettir í tí kommunu, sum fyribils kann ætlast at vera
tilhaldskommuna teirra, sbr. § 41 í løgtingslóg um samtíðarskatt.
§ 11. Teir í løgtingslóg um samtíðarskatt í § 2, c, d, e og f nevndu avmarkað skatt-
skyldugu persónar verða skrásettir í tí kommunu, har rakstrarstaðið, virkið ella ognin
hevur heimstað.
§12. Broytingar viðvíkjandi fyribilsskattaskrásetingini verða fráboðaðar Líkn-
ingarráð Føroya ella í Tórshavn og Klaksvík, líkningarnevndini á staðnum.
§ 13. Er eftir hesum reglum ivasamt, í hvørji kommunu ein persónur skal skrásetast,
tekur líkningarráðið avgerð um hetta.
§ 14. Líkningarráðið og tær í løgtingslóg um samtíðarskatt í § 85 nevndu deildar-
skrivstovur hava dagligu ábyrgdina av fyribilsskattaskrásetingini og taka allar
avgerðir um innihaldið í skrásetingini hjá tí einstaka skattgjaldaranum.
2. stk. Kæra um skrásetingina kann leggjast fyri líkningarmyndugleikan í avvarð-
andi kommunu, sbr. § 67,2. stk. Kæra um fyribilsskattaskrásetingina ella um broyting,
sum verður gjørd í skrásetingini, skal verða avvarðandi kommunu í hendi innan 14
dagar frá tí, at viðkomandi fekk fráboðan um avgerðina.
3. stk. Kommunali líkningarmyndugleikin ger eitt tilmæli í málinum og sigur líkn-
ingarráðnum frá støðutøku síni.
4. stk. Líkningarráðið tekur síðani endaligu avgerðina um skrásetingina og boðar
skattgjaldaranum frá hesum.
Áseting av inntøkugrundarlagnum
§ 15. Fyribilsskattaskrásetingin fyri 1985 verður gjørd út frá teim í fyribilsskatta-
skránni fyri 1984 skrásettu inntøku- og frádráttartølum. A-inntøkan verður ásett sum
tann í afturhaldsskipanini skrásetta A-inntøka upproknað til ársinntøku.
2. stk. Upproknaða ársinntøkan verður lækkað við 10% eins og skrásettu B-inn-
tøkurnar verða hækkaðar við sama prosenttali. Frádráttirnir í inntøkuni verða
standandi við óbroyttir, meðan skrásettir rentufrádráttir í skattinum verða lækkaðir
við 5%.
Skrásetingarbløð og skattarokningar
§ 16. Líkningarráðið sendir øllum skattgjaldarum eitt skrásetingarblað við upp-
lýsingum um grundarlagið undir fyribilsskattaskráseting teirra.
2. stk. Skattgjaldarin kann gera vart við seg, um inntøku- og útreiðsluviðurskifti
hansara í komandi ári verða munandi broytt. Frásagnir um broyting mugu verða
líkningarvaldinum í hendi innan 15. desember 1984, um tær nýggju upplýsingarnar
skulu koma við í fyribilsskattaskránna frá 1. januar 1985.
3. stk. Líkningarvaldinum er í hesum sambandi heimilað at krevja hóskandi skjal-