Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Síða 177
193
prógv fyri tær fráboðaðu broytingarnar, eins og eisini verður kravt, at sjálvuppgáva og
møguligur roknskapur fyri 1983 er latin kommunala líkningarvaldinum.
§ 17. Teir skattgjaldarar, hvørs inntøka í høvuðsheitinum er B-inntøka, fáa í
desember 1984 eina fyribils skattarokning fyri álmanakkaárið 1985, uppgjørd smb.
ætlaðar inntøkur og útreiðslur í fyribilsskattaskráseting teirra.
§ 18. Líkningarráðið ger nærri reglur um, hvussu fyribilsskattur av inntøkuni í landi
verður eftirhildin hjá teimum persónum, sum eru undir donsku sjómansskatta-
skipanini.
Oyðubløð til fyribilsskattaskráseting
§19. Líkningarráðið ger oyðubløð at nýta hjá teimum skattgjaldarum, sum ikki eru
fyribilsskrásettir. Persónar, sum við flyting til Føroya koma undir skattskyldu, fáa frá
líkningarvaldinum sendandi oyðubløð til útfyllingar, og skulu hesi verða aftursend
innan 14 dagar.
2. stk. Allir persónar, sum hava ella koma at fáa skattskylduga inntøku, og sum ikki
frammanundan eru fyribilsskattaskrásettir, hava skyldu at lata inn umrødda
oyðublað.
Heimild hjá Líkningarvaldium at áseta fyribilsinntøkur.
§ 20. Verður umrødda frágreiðing um væntaðu inntøkuviðurskifti skattgjaldarans
ikki send líkningarmyndugleikunum, er líkningarvaldinum heimilað at meta um
inntøku skattgjaldarans, sbr. § 68 í løgtingslóg um samtíðarskatt.
2. stk. Líkningarvaldinum er heimilað at krevja hóskandi skjalprógv fyri uppgivnar
inntøkur og útreiðslur í samband við fyribilsskattaskrásetingina ella broyting av henni.
Somuleiðis er líkningarmyndugleikunum heimilað at meta, um fyriliggjandi upp-
lýsingar um inntøkuviðurskifti skattgjaldarans kunnu leggjast til grund fyri fyribils-
skattaskrásetingina, sbr. § 68 í løgtingslóg um samtíðarskatt.
Innkrevjing av skattaeftirstøðum
§ 21. Skattskyldugir persónar kunnu verða kravdir eftir skattaeftirstøðum gjøgnum
afturhaldsskipanina, t.v.s. eftirstøða av skatti, sum var álíknaður fyri samtíðarskatta-
skipanina, eftirstøða av B-skatti, og A-skattur av inntøku, sum er hildin uttanfyri
frárokningarskipanina. Afturhald vegna eftirstøður kann saman við afturhaldi av A-
skatti annars hægst vera 65% av A-inntøkuni, sbr. § 136, 2. stk. í løgtingslóg um
samtíðarskatt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 24. september 1984.
Tórbjørn Poulsen
landsstýrismaður
/ J. Djurhuus
25 — Kunngerftasavn 1984