Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Page 195
211
Nr. 96.
12. oktober.
KUNNGERÐ
um
broyting av kunngerð um uppkrevjing av gjøldum v.m.
Við heimild í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 um innflutningsgjøld við seinni
broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. í kunngerð nr. 44frá 18.september 1958viðseinnibroytingumumuppkrevjing
av gjøldum v.m. verður § 25 broytt soljóðandi:
»Vørur, sum koma við posti, koma undir toll eftir faktura sum grundarlag. Um so
er, at eingin fakturi er, ella hann ikki er nóg gjølla skrivaður, skal postverkið flýggja
tollvaldinum sendingina. Postverkinum er heimilað at útflýggja hesar sendingar bein-
leiðis til móttakaran uttan um tollvaldið:
Brævsendingar, ið vega í mesta lagi 250 g, eitt nú brøv, postkort, prentlutir og virðis-
brøv, um so er at postverkið undir avgreiðsluni ikki fær illgruna um, at sendingin
inniheldur:
a) Rúsdrekka, vín og aðrar alkoholvørur.
b) Tubbaksvørur og sigarettpappír.
c) Skreytvørur, gull- og silvursmiðjuarbeiði og líknandi úr platini.
d) Vápn, lóður og lutir til.
e) Apotekaravørur, eitur, narkotisk evni og vaccinur.
2. stk. í førum, har postverkið fær illgruna um, at sending inniheldur tær undir a til e
nevndu vørur ella tollskyldugar vørur ella vørur, ið eru bannaðar at innflyta, hevur
postverkið skyldu til beinleiðis at boða tollvaldinum frá og útflýggja sendingina til
tollvaldið. Verður postverkið varugt við, at innihald stríðir ímóti ásettum reglum,
hevur postverkið skyldu til beinleiðis at boða tollvaldinum frá og útflýggja sendingina
til tollvaldið.
3. stk. Tollvaldið hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera kanningar av sendingum,
ið koma í postinum.
4. stk. Starvsfólk postverksins hevur skyldu at geva tollvaldinum allar tørvandi
upplýsingar og vera til handa, tá ið eftirkanning fer fram.«
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi beinan vegin.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 12. oktober 1984.
Tórbjørn Poulsen
landsstýrismaður
/Kristoffur Thomasen