Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Síða 200
216
Nr. 99.
19. oktober.
KUNNGERÐ
um
fyribyrging av ridluskriða.
Eftir heimild í § 6 í lóg nr. 36 frá 28. februar 1908 um fyribyrging av smittandi
sjúkum hjá húsdýrum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Allur flutningur av seyði og geitum uttan til dráps er fyri fyrst forboðin úr:
Fugloy,
Svínoy,
Norðoyri, Miðhaga og Líðarhaga,
Fuglafirði, Leirvík,
Rituvík,
Toftum, Heimasta parti og Miðjuni Yviri í Haga,
Elduvík, Frammistovu parti
Funningi, Innara parti Inni í Haga,
Eiði,
Saksun, Kvíggjarhamarshaga,
Streymnesi, Heimaru helvt i Sundinum,
Hvalvík, Toftadalshaga,
Kollafirði, Todneshaga og Miðgerðishaga á Hjøllum við undirliggjandi traðum,
Norðradali, Presthaga,
Tórshavn, Hoyvíkshaga og Húsagarðshaga,
Koltri,
Sørvági,
Miðvági, tó ikki hagapørtum fyri Heimara Leiti,
Skálavík,
Dali,
Hvalba,
Hovi.
§ 2. Seyður úr teim í § 1 nevndu økjum skal ikki haldast í húsi saman við øðrum
seyði.
2. stk. Hagastýrisformenn, bøndur og seyðaeigarar í somu økjum hava skyldu at
ansa eftir, at hesi boð verða fylgd.
3. stk. Boð annars frá húsdýranevndini og landsdjóralæknanum, sum eru ella verða
givin, skulu fylgjast.