Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Page 256
272
Nr. 112.
16. november.
REGLUGERÐ
um
útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari.
§ 1. Eftir løgtingslóg um útgávu av skúlabókum nr. 36 frá 13. mai 1959 sum broytt
við løgtingslóg nr. 84 frá 24. oktober 1978 skipar landsskúlastjórin saman við
Løgtingsins Skúlabókanevnd fyri og hevur ábyrgdina av útgávu av skúlabókum.
§ 2. Landsstýrið tilnevnir skúlabókanevndina, sum hevur tríggjar limir, fyri seks ár,
soleiðis at ein limur fer frá annað hvørt ár, og landsstýrið tilnevnir herumframt ein
tiltakslim somuleiðis fyri seks ár.
2. stk. Skúlabókanevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni.
§ 3. Fyriskipanin og ábyrgdin av útgávuni av skúlabókum og øðrum undirvísingar-
tilfari verður býtt millum landsskúlastjóran og skúlabókanevndina á henda hátt:
1) Landsskúlastjórin skipar fyri og hevur ábyrgdina av at útvega handrit til skúla-
bøkur og uppskot til annað undirvísingartilfar.
2) Skúlabókanevndin skipar fyri og hevur ábyrgdina av
a) viðgerðini av innkomnum handritum til skúlabøkur og uppskotum til annað
undirvísingartilfar,
b) útgávuni av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari, og
c) tí figgjarligu fyrisitingini av Føroya Skúlabókagrunni, samanber § 4, 2. stk.
2. stk. Undir arbeiðinum, sum nevnt er í 1. stk., kunnu landsskúlastjórin og
skúlabókanevndin eftir tørvi nýta sakkunnleikan hjá hvørjum øðrum.
§ 4. Skúlabókanevndin søkir á hvørjum ári í samráð við landsskúlastjóran um
peningajáttan til útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari á fíggjar-
løgtingslógini, og tann játtaði peningurin fer í grunn, sum verður nevndur Føroya
Skúlabókagrunnur.
2. stk. Føroya Gjaldstova hevur kassan hjá og roknskaparførsluna viðvíkjandi
Føroya Skúlabókagrunni um hendi undir ábyrgd skúlabókanevndarinnar, samanber
§ 3, 1. stk., pkt. 2 c).
3. stk. Eftir løgtingslóg nr. 36 frá 13. mai 1959 sum broytt við løgtingslóg nr. 84 frá
24. oktober 1978 er landsstýrinum heimilað at taka neyðug lán til skúlabókaútgávuna.
§ 5. Til at taka sær av arbeiði hjá skúlabókanevndini setir nevndin starvsfólk
samsvarandi góðkendum lønarlagi.
§’ 6. Roknskaparárið fyri Føroya Skúlabókagrunn er hitt sama sum landskassans.
2. stk. Skúlabókanevndin sendir á hvørjum ári, innan 3 mánaðir eftir at rokn-
skaparárið er endað, um landsskúlastjóran Grannskoðaradeild landskassans
roknskapin fyri Føroya Skúlabókagrunn fyri farna roknskaparárið.
3. stk. Grannskoðaradeild landskassans sendir landsstýrinum roknskapin til
góðkenningar, tá hann er grannskoðaður.