Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Side 267
283
Nr. 120.
19. december.
KUNNGERÐ
um
EEC-fiskiveiðu á landleiðini eftir botnfiski í 1985.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið saman við marknaðarnevnd løgtingsins fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleið-
ini kann loyvast 10 navngivnum línuskipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í
EEC-londum, at reka fiskiskap í sjóøki Føroya uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinj-
unum, tó í mesta lagi 6 í senn.
2. stk. Loyvast kann 26 navngivnum trolarum, sum eru skrásettir og heimahoyrandi
í EEC-londum, og sum ikki mugu vera longri enn 130 føtur, at fiska uttan fyri 12 fjórð-
ingar frá grundlinjunum. Loyvast kann eisini 70 navngivnum trolarum at fiska uttan
fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Ikki mugu fleiri enn 39 trolarar vera a landleiðini
samstundis, og av teimum í mesta lagi 13 trolarar, sum ikki mugu vera longri enn 130
føtur. í tíðarskeiðinum 1. mars til 31. mai 1985 og 1. oktober til 31. december 1985, allir
dagar íroknaðir, er tó loyvt trolarum longri enn 130 føtur at fiska á økinum ímillum 12
og 21 fjórðingar frá grundlinjunum í millum 61°20’ N og 62°00’ N eystanfyri Føroyar.
3. stk. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd á hesum
leiðum í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum:
a. Alt árið, burtursæð frá tíðarskeiðinum 1. juni til 31. oktober, báðir dagar íroknaðir,
á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 60°59’00” N 07°51’00” V,
2. 61°15’30” N 08°16’00” V,
3. 61°13’20” N 08°42’12” V,
4. 61°00’00” N 09°11’00” V,
5. 60°48’40” N 09°25’00” V,
6. 60°25’50” N 09°09’00” V,
7. 60°36’30” N 08°45’00” V,
8. 60°45’40” N 08°37’00” V.
b. í tíðarskeiðinum 1. februar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 12 og
25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17”
N 07°05’28” V) og 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49” N 06°33’38” V).
c. í tíðarskeiðinum frá 1. november til 31. mars, báðir dagar iroknaðir, á leiðini mill-
um 15 og 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Kunoyarnakki
(62°22’00” N 06°41’00” V) og 0° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”
N 06°15’00” V).
d. í tíðarskeiðinum frá 17. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15
og 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 90° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”
N 06°15’00” V) og 90° rættvísandi úr Mjóvanesi (62°07’42” N 06°35’12” V).
e. í tíðarskeiðinum 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, millum 15 og 20
fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N og
06°15’00” V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N 06°15’00” V).