Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Page 274
290
Nr. 123.
19. december.
KUNNGERÐ
um
EEC-royndarfiskiskap eftir blálongu á landleiðini í 1985.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið saman við løgtingsins marknaðarnevnd fyrisett:
§ 1. í tíðarskeiðinum 1. januartil 31. juliog 1. november til 31. december 1985, allir
dagar íroknaðir, er loyvt 20 trolarum, sum eru skrásettir og heimahoyrandi í EEC-
londunum, í senn at reka royndarfiskiskap í beinleiðis veiðu eftir blálongu við troli við
meskum ikki smærri enn 100 mm á leiðini sunnan fyri 61°30’00” N og vestan fyri
09°00’00” V, samb. hjálagda kortskjali.
2. stk. Fiskiskapur má ikki rekast á grynnri sjógvi enn 500 m dýpi.
3. stk. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum má í mesta lagi vera 15% av veiðunøgdini.
4. stk. Treyt fyri at inna fiskiskap eftir hesi kunngerð er, at skipið hevur serstakt
fiskiloyvi til hesa veiðu, og at skipið fylgir teimum reglum, ið annars galda fyri EEC-
fiskiveiðu eftir botnfiski á landleiðini.
5. stk. Skip í beinleiðis veiðu eftir blálongu sambært 1. stk. skulu boða Fiskivinnu-
stovuni frá, tá tey byrja og gevast við hesum fiskiskapi, eisini tá ið lagt verður um til
annan fiskiskap á landleiðini.
6. stk. Skip, sum hava rikið annan fiskiskap á landleiðini, skulu boða Fiskivinnu-
stovuni frá veiðuni flokkað eftir fiskasløgum og nøgd, áðrenn tey fara undir beinleiðis
veiðu eftir blálongu sambært 1. stk. Skip skulu somuleiðis, meðan tey fiska beinleiðis
eftir blálongu, dagliga boða frá veiðuni, flokkað eftir fiskasløgum og nøgd.
§ 2. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harumframt kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur og uppstandarar v.m. og fongur
koma undir konfiskatión. Skipið kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiski-
loyvið kann verða tikið aftur, um førarin av skipinum er dømdur fyri brot móti
reglunum í hesi kunngerð.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1985.
FØROYA LANDSSTÝRI, 19. december 1984.
Pauli Ellefsen
løgmaður
/Julianna Klett