Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Síða 276
292
Nr. 124.
19. december.
KUNNGERÐ
um
veiðu av svartkjafti á landleiðini við skipum úr ávísum londum í 1985.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fískiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið saman við marknaðarnevnd løgtingsins fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleið-
ini er loyvt skipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í ávísum londum, samanber
skjal 1, at reka beinleiðis fiskiskap eftir svartkjafti (Trisopterus Poutassou) á sjóøki
Føroya við tí skipatali og eftir teimum nøgdum, ið eru tilskilaðar í skjalinum.
2. stk. I tíðarskeiðinum 1. januar til 30. apríl og frá 1. juli til 31. december, allir 4
dagarnir íroknaðir, er beinleiðis veiða av svartkjafti ikki loyvd, innanfyri linjur,
drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”
N 06°57’05” V) og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N 07°27’00” V),
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”
N 06°40’15” V) og 195° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15”
V) og
(c) á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 60°59’00” N 07°51’00” V,
2. 61°15’30” N 08°16’00” V,
3. 61°13’00” N 08°42T2” V,
4. 61°00’00” N 09° 11 ’OO” V,
5. 60°48’40” N 09°25’00” V,
6. 60°25’50” N 09°09’00” V,
7. 60°36’30” N 08°45’00” V,
8. 60°45’40” N 08°37’00” V.
3. stk. í tíðarskeiðinum 1. mai - 30. juni, báðir dagar íroknaðir, er beinleiðis veiða av
svartkjafti ikki loy vd innan fyri linjur drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar milluim 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”
N 06°57’05” V) og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N 07°27’00” V),
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”
N 06°40T5” V)og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40T5”
V),
(c) innan fyri 200 m dýpdarlinjuna millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”
N 06°57’05” V) og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40T5”
V) og ikki innan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum, og
(d) á Føroya Banka, jbr. 2. stk. (c).
§ 2. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
(1) skipið hevur fingið fiskiloyvi til svartkjaftaveiðu,
(2) landsstýrið (fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um
navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnarskrásetingar-