Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 5
293
sum eru neyðugir í sambandi við málsviðgerð stov-
unnar.
§ 6. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er
kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslógar-
kunngerð nr. 16 frá 25.06.1954 við seinni broyting-
um um avrokning og Lønjavningargrunn Skipsfiski-
manna.
Stk. 2. Ognir Lønjavningargrunnsins verða fluttar
landskassanum, tó undantikið útistandandi hjá for-
skotsskipanini, ið verðu at flyta forskotsgrunninum.
Samstundis yvirtekur Landskassin allar skyldur
Lønjavningargrunsins. Lønjavningarrunnurin fyrisit-
ur landskassans vegna at gjalda og krevja inn skuld í
hesum sambandi.
Tórshavn, 23. mei 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
John Petersen (sign.)
Nr. 74 23. mei
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
í løgtingslóg nr. 32 ffá 27. mars 1992 um minstuløn,
dagstudning og minstaforvinning, við seinni broyt-
ingum verða gjørdar hesar broytingar:
1) í § 1 verða sum stk. 2 og 3 sett:
“Stk. 2. Forvinningur sambært hesi lóg er av-
rokningin, sum maður fær fyri hvørja veiðiferð
sær. Frítíðarløn ikki íroknað forvinningi.
Stk. 3. Inntøka sambært hesi lóg er forvinnigur
íroknað minstuløn. Frítíðarløn ikki íroknað inn-
tøkuni.”
2) Har orðini “Lønjavningargrunnurin Skipsfiski-
manna” kemur fyri í lógini, verður orðið: “Løn-
javningargrunnurin« sett ístaðin.
3) í § 8 verður sum nýtt stk. 2 sett:
“Stk. 2. Lønjavningargrunnurin kann í samband
við útgjald av inntøkutrygd mótrokna yvirfyri
fiskimanni í ágóða fyri útgoldið forskot og onn-
ur gjøld, sum Forskotsgrunnurin hevur móti við-
komandi fiskimanni.”
4) § 8, stk. 2 verður § 8, stk. 3.
§2.
Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd. Samstundis verður danski teksturin í lógini
strikaður.
Tórshavn, 23. mei 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
John Petersen (sign.)