Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 30

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 30
318 Nr. 82 29. mei Kunngerð um heimahjálp Eftir heimild í § 32 A í lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 um lóg fyri Føroyar um almenna forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 23. mei 1997, verður fyrisett: § 1. Heimahjálparaskipanin, sum er partur av Heimarøktini, fevnir um allar persónar, sum eru staddir í Føroyum. § 2. Heimahjálp kann verða veitt í hesum førum: 1. Bráfengis heimahjálp kann verða veitt í styttri tíðarbili, tá húsmóðrini (húsfaðirinum) berst frá vegna sjúku, bamsburð ella eftirbata (hvíld). Hjálpin kann vanliga ikki veitast út um 3 vikur, í serligum førum 6 vikur. Tá heilt serligar um- støður eru til staðar, kann hjálpin veitast fyri longri tíðarskeið enn 6 vikur av somu orsøk, tá vissa verður hildin at vera fyri, at tørvurin á hjálp heldur uppat eitt avmarkað tíðarskeið. Uppgávan hjá heimahjálparunum er at røkja tað, sum vanliga verður røkt av húsmóðrini (húsfað- irinum) í einum heimi. 2. Varandi heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt fyritíðar- og fólkapensjónistum, ið tørva hjálp orsaka av varandi sjúku ella breki. 3. Heimahjálp kann verða veitt av og á til at taka sær av brekaðum bami ella vaksnum í heimin- um. § 3. Tann, sum heldur tørv vera á heimahjálp í ein- um heimi, eitt nú húsfólkið sjálvt, lækni, sjúkra- systir, býráð/bygdaráð ella onnur, eigur at venda sær til økisleiðaran. Stk. 2. Ein tørvsmeting verður gjørd av, um heima- hjálp kann verða játtað, og til hvøijar uppgávur heimahjálpin verður veitt til. § 4. Um ein er ónøgdur við eina avgerð, sum økis- leiðarin hevur tikið, kann avgerðin kærast til leiðar- an av Heimarøktini innan 4 vikur eftir, at avgerðin er tikin. Stk. 2. Leiðarin av Heimarøktini tekur eina avgerð innan 2 vikur frá tí degi, hann hevur móttikið kær- una. Endaliga avgerðin hjá leiðaranum av Heima- røktini kann kærast til Kærunevndina í almanna- málum innan 4 vikur eftir, at avgerðin er tikin. § 5. Heimarøktin hevur fyrisitingina av heimhjálpini um hendi. Heimarøktin er partur av Almannastov- uni. Stk. 2. Økisleiðaramir, sum hava dagligu leiðsluna av sínum øki um hendi, verða settir og loystir úr starvi av almannastjóranum. Stk. 3. Leiðarin av Heimarøktini setir eftir tørvi og loysir úr starvi eftirlitsfólk, at vera økisleiðarunum til hjálpar, og heimahjálparar. § 6. Lønar- og setanarviðurskifti hjá økisleiðarum, eftirlitsfólki og heimahjálparum eru sambært sátt- mála við landsstýrið og avvarðandi yrkisfeløg. § 7. Fyri heimahjálp veitta eftir § 2 nr. 1 ella nr. 3 verður at gjalda í mun til landsskattin hjá húskinum ella uppihaldaranum eftir frádrátt í landsskattinum fyri bøm: Er landsskatturin fyri skattaárið verður gjaldið um tíman: undir - 6.000 kr. kr. 0 6.000 kr. - 6.999 kr. kr. 5 7.000 kr. - 7.999 kr. kr. 6 8.000 kr. - 8.999 kr. kr. 7 9.000 kr. - 9.999 kr. kr. 8 10.000 kr. - 10.999 kr. kr. 9 11.000 kr. - 11.999 kr. kr. 10 12.000 kr. - 12.999 kr. kr. 11 13.000 kr. - 13.999 kr. kr. 12 14.000 kr. - 14.999 kr. kr. 13 15.000 kr. - 15.999 kr. kr. 14 16.000 kr. - 16.999 kr. kr. 15 17.000 kr. - 17.999 kr. kr. 16 18.000 kr. - 18.999 kr. kr. 17 19.000 kr. - 19.999 kr. kr. 18 20.000 kr. - 20.999 kr. kr. 19 21.000 kr. - 21.999 kr. kr. 20 22.000 kr. - 22.999 kr. kr. 21 23.000 kr. - 23.999 kr. kr. 22 24.000 kr. - 24.999 kr. kr. 23 25.000 kr. - 25.999 kr. kr. 24 26.000 kr. - 26.999 kr. kr. 25 27.000 kr. - 27.999 kr. kr. 26 28.000 kr. - 28.999 kr. kr. 27 29.000 kr. - 29.999 kr. kr. 28 30.000 kr. - 30.999 kr. kr. 29 31.000 kr. - 31.999 kr. kr. 30 32.000 kr. - 32.999 kr. kr. 31 33.000 kr. - 33.999 kr. kr. 32 34.000 kr. - 34.999 kr. kr. 33 35.000 kr. - 35.999 kr. kr. 34 36.000 kr. - 36.999 kr. kr. 35 37.000 kr. - 37.999 kr. kr. 36 38.000 kr. - 38.999 kr. kr. 37 39.000 kr. - 39.999 kr. kr. 38 40.000 kr. - 40.999 kr. kr. 39 41.000 kr. - 41.999 kr. kr. 40 42.000 kr. - 42.999 kr. kr. 41

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.