Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 12

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 12
300 Kapittul IV. Uppsetan, upptøka og vemd av kervi Uppsetan, upptøka o.l. av kervi § 9. Hvør tann, ið eigur ella ræður yvir fastari ogn, má tola, at almenna fjarskiftiskervið verður lagt á, í, undir, yvir ella ígjøgnum ognina. Eisini má hann tola, at hann, sum í kervisveitarans tænastu fæst við at leggja, viðlíkahalda, flyta, umvæla ella upptaka kervið, hevur atgongd til ognina, um so er, at tað er neyðugt at útinna arbeiðið. Stk. 2. Kervisveitarin skal í samráð við viðkomandi eigara ella ræðishavara áseta, hvar kervið skal leggj ast, ella hvussu annað arbeiði á ognini eftir stk. 1 skal leggjast til rættis. Arbeiðið má ikki verða eigara ella ræðishavara til ampa, uttan so at hetta er alneyð- ugt. Um semja ikki fæst, verður fjarskiftiseftirlitið at taka støðu í málinum. Stk. 3. Hevur arbeiðið eftir hesi grein ampa við sær, skal hann bøtast. Stendst skaði, verður tað av skað- anum elvda tap at endurgjalda. Vemd av kervi § 10. Arbeiði og onnur tiltøk, sum kunnu skaða ella á annan hátt órógva fjarskiftiskervið, mugu ikki set- ast í verk, uttan at viðkomandi frammanundan hevur útvegað sær upplýsingar um kervið og lagt arbeiðið til rættis saman við kervisveitaranum. Stk. 2. Hevur arbeiðið ella tiltakið eftir stk. 1 elvt skaða ella órógv á fjarskiftiskervið, liggur tað á við- komandi at avmarka skaðan ella órógvið og uttan drál at boða kervisveitaranum frá. Stk. 3. Hann, sum hevur ábyrgdina av skaða ella ó- rógv, skal endurgjalda tap ið stóðst av skaðanum ella órógvanini. Er skaðin ella órógvin elvd av grov- um óansni, verður hann, ið ábyrgdina hevur, sektað- ur við bót. Ognartøka § 11. Um so er, at tað er alneyðugt fyri at tryggja eitt gott og tíðarhóskandi alment fjarskiftiskervi, og semja um keyp annars ikki fæst, kann landsstýrið ognartaka fremmanda ogn, við tí fyri eyga, at lata tað ognartiknað til kervisveitaran til ognar ella brúks. Ognartøkan skal bert fevna um tað øki, ið er alneyðugt fyri at náa endamálinum í pkt. 1. Stk. 2. Annars fer ognartøkan fram eftir reglunum í L.nr.69 af 7. maj. 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder samt til offentlige skoler pá Færøeme. Kapittul V. Fjarskiftiseftirlitið § 12. Fjarskiftiseftirlitið er stovnur, sum hevur eftir- lit við, at krøvini, sum sett eru í hesi lóg ella við heimild í henni, verða hildin, og at kervis- og tæn- astuveitarar halda skyldur sínar. Stk. 2. Eftirlitið fevnir um tey øki, sum eftir § 7 ger- ast fræls, og tey øki, sum konsessión verður veitt til eftir § 8. Stk. 3. Landsstýrismaðurin setir nærri reglur fyri virki stovnsins, herundir gjøld fyri eftirlit og tænast- ur, sum stovnurin veitir. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann, í samráð við fjar- skiftiseftirlitið, áseta nærri reglur fyri hvar kervisen- din er. Mátingar, upplýsingar v.m. § 13. Fjarskiftiseftirlitið kann gera stakroyndir og mátingar og kann seta upp mátitól og aðra útgerð, sum tørvur er á. Eftirlit kann, um neyðugt, verða framt, uttan at boðað er frá frammanundan. Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið hevur heimild til at útvega sær allar upplýsingar, sum tørvur er á, til tess at út- inna eftirlitið, herundir roknaskapartilfar v.m. Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið hevur ótamaða atgongd til fjarskiftiskervi, fjarskiftistænastu ella annan fjar- skiftisútbúnað. Stk. 4. Fjarskiftisbúnaður, sum ikki er góðkendur til nýtslu í Danmark, kann ikki uttan loyvi fjarskiftis- eftirlitsins, innflytast, seljast ella nýtast í Føroyum. Bøting av breki v.m. § 14. Fjarskiftiseftirlitið kann geva boð um bøting av breki á fjarskiftiskervi, -tænastu ella -útgerð, og at viðurskifti annars, fáast í rættlag. Tann, ið fær slík boð, hevur skyldu til at akta tey innan freistin, sum eftirlitið setir, er mnnin. Stk. 2. Verða tey boð, sum nevnd em í 1. stk., ikki fylgd, kann eftirlitið steingja fjarskiftiskervi, -tæn- astu og -útgerð. Eftirlitið kann, um neyðugt, gera av at taka niður íjarskiftiskervi og -útgerð. Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið kann útvega sær hjálp fra løgregluni, um tað er neyðugt, til tess at útinna eft- irlitið sambært §§ 12 og 13, og tá talan er um at fre- mja tey tiltøk, sum nevnd em í hesi grein. Dagbøtur § 15. Fyri at tryggja, at avgerðir, tiknar sambært hesi lóg, verða fylgdar, kann fjarskiftiseftirlitið ella landsstýrismaðurin gera av, at tann, sum avgerðin viðvíkir, skal rinda dagbøtur so leingi viðkomandi ikki aktar avgerðina. Kaptittul VI. Kæra, Kærunevnd v.m. Kcera. § 16. Kærast kann til fjarskiftiseftirlitið um virksem-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.