Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 13
301
ið hjá tænastu- og kervisveitarum, eftir hesi lóg.
Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin
fekk ella átti at hava fingið kunnleika til tey viður-
skifti, sum kært verður um.
§ 17. Avgerðir hjá fjarskiftiseftirlitinum kunnu
skjótast inn fyri kærunevndina í fjarskiftismálum,
sum tekur endaliga umsitingarliga avgerð í málin-
um.
Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fekk
kunnleika til avgerð fjarskiftiseftirlitsins.
Stk. 2. Kæra er ikki steðgandi uttan so, at kæru-
nevndin tekur avgerð um hetta.
Stk. 3. í serstøkum førum skal kærarin, um hann
biður um tað, hava høvi til munnliga at greiða kæru-
nevndini frá málinum.
Stk. 4. Kærur um brot á konsessiónstreytimar og um
virksemi hjá fjarskiftiseftirlitinum skulu leggjast fyri
landsstýrismannin. Kærufreistin er tann sama sum í
§16, 2. stk.
Kærunevnd
§ 18. Kærunevndin hevur 3 limir og verður skipað
við einum serkønum í fjarskiftistøkni, einum rokn-
skaparkønum og einum løgfrøðingi, sum skal vera
formaður í nevndini.
Stk. 2. Nevndini er heimilað at søkja sær aðra ser-
køna hjálp.
§ 19. Kærunevndin skal hava allar upplýsingar hjá
fjarskiftiseftirlitinum, sum vóm gmndarlag undir tí
kærdu avgerðini, og kann áleggja eftirlitinum at seta
nærri kanningar í verk.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri
reglur um val og virki nevndarinnar, hemndir ásetan
av gjøldum fyri viðgerð av kæmm.
Tagnarskylda
§ 20. Kervisveitarar, tænastuveitarar, umframt fólk í
tænastu teirra, hava skyldu til at tiga um innihaldið í
fjarskiftinum og um nýtslu av fjarskifti. Tað liggur
eisini á teimum at seta neyðug tiltøk í verk til tess at
fyribyrgja, at óviðkomandi fáa atgongd til upplýs-
ingar um innihald ella nýtslu av fjarskifti. Heldur
ikki er teimum loyvt at nýta slíkar upplýsingar til
óviðkomandi endamál.
Stk. 2. Tagnarskyldan eftir stk. 1 fevnir eisini um
fjarskiftiseftirlitið og kæmnevndina. Tagnarskyldan
er galdandi eisini eftir, at viðkomandi ikki longur er
í tí starvi, har hann næm sær upplýsningamar.
Stk. 3. Reglumar í borgarligu revsilógini § 152 og
§§ 152d-152f em at galđa tilsvarandi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur
um tagnarskyldu.
Undantaksstøður
§ 21. í neyðstøðu, sum hóttir heilsu, trygd ella al-
mennan ordan, kann landsstýrismaðurin seta neyðug
tiltøk í verk fyri heilt ella partvíst at steðga nýtsluni
av fjarskiftiskervinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann avmarka nýtslu-
rættin, tá tað er neyðugt fyri at tryggja fjarskiftis-
kervið. Hesar avmarkingar í nýtslurættindum skulu
fráboðast viðkomandi beinavegin. Hammframt skal
eisini fjarskiftiseftirlitið hava fráboðan um avmar-
kingamar.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur
um avmarkingar í nýtslurættinum.
Revsing
§ 22. Brot a hesa lóg ella reglur, sum ásettar em við
heimild í lógini, verða revsað við bót ella hefti.
Gildiskoma
§ 23. Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1997, og sam-
stundis fara úr gildi fyri Føroyar “L. nr. 111 af
30.05.1927 om telefoner pá Færøme”, sum seinast
broytt við Ll. nr. 73 frá 24.09.1970, “L.nr 84 af
11.05.1897 om telegrafer og telefoner”, sum broytt
við “L. nr. 127 af 15.04.1930”, Ll. nr. 28 ffá
22.05.1969 um áseting av telefongjøldum. Tær
kunngerðir sum søkja sær heimild í teimum í hesi
grein nevndu lógum, verða ífamvegis galdandi, til
annað verður ásett.
Tórshavn, 13. mai 1997
Edmund Joensen (sign)
løgmaður