Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 8
296
um verður heimilað í kunngerð at áseta reglur
um bareboat-skráseting”.
67) í § 57, stk. 1 verða tilvísingin til § 43 strikað.
68) í § 57, stk. 2 verður orðið “landsstýrinum”
broytt til: “landsstýrismanninum í sjóvinnu-
málum”.
69) í § 57, stk. 5 verður tilvísingin til “§ 19” broytt
til: “§ 14, stk. 2” og orðini “f §§ 78 og 79”
strikað.
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd. Samstundis fer úr gildi danski teksturin í løgt-
ingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av ski-
pum v.m. við seinni broytingum
Tórshavn, 23. mei 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Sámal Petur í Grund (sign.)
Nr. 76 23. mei
Løgtingslóg
um
broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§1.
Hendan lóg er givin út sambært “Lov nr. 315 af 17.
maj 1995 om sociale ydelser pá Færøeme”.
§2.
I lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 fyri Føroyar um
almanna forsorg, smbr. lógarkunngerð nr. 100 frá
2.03.1988 um almenna forsorg, sum seinast broytt
við lóg nr. 393 frá 22.06.1993, verða gjørdar hesar
broytingar:
1) f § 32, verður stk. 4 orðað soleiðis:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur
um stovnsetan og rakstur av stovnum og sam-
býlum fyri persónar, ið ikki kunnu klára seg í
egnum heimi vegna teirra heilsustøðu.”
2) § 32 A verður orðað soleiðis:
“§ 32 A. Heimahjálparaskipanin er partur av
Heimarøktarskipanini. í hvøijum øki undir
Heimarøktarskipanini kunnu heimahjálparar set-
ast til at hjálpa til í heimum og eldrasambýlum.
Stk. 2. Uppgávan hjá einum heimahjálpara er í
stytri tíðarskeiðum og vegna serligar umstøður, í
samband við bamsburð, sjúku ella eftirbata, at
røkja vanligu arbeiðsuppgávumar hjá húsmóðr-
ini í heiminum, ella at hjálpa persónum, ið hava
brúk fyri meira støðugari hjálp. Heimahjálp
kann verða veitt av og á til at taka sær av brek-
aðum bami ella vaksnum í heiminum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um:
a) Hvussu heimahjálparaskipanin skal virka.
b) Útbúgving, setan og arbeiðsumstøður hjá
heimahjálpamm.
c) Tað gjald, ið skal rindast fyri at fáa heima-
hjálp.
Stk. 4. Heimahjálparar kunnu harumframt ar-
beiða á røktarheimum, sum við lóg sameina
røktarheimsrakstur og heimarøkt.”
§3.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd.
Tórshavn, 23. mai 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Kristian Magnussen (sign.)