Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 9

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 9
297 Nr.77 23. mei Løgtingslóg fyri Føroya Lívstrygging Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Henda lóg er galdandi fyri Føroya Lívstrygging, sum er ein føroyskur lívstryggingarstovnur, ið røkir tryggingarvirksemi í Føroyum við landskassaábyrgd sambært løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966. Stk. 2. Tann í stk. 1 nevnda landskassaábyrgd heldur uppat við gildiskomu av hesi lóg, men er framvegis galdandi fyri tær tryggingaravtalur, sum Føroya Lívstrygging hevur tann 1. januar 1998. Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur um innihaldið í áby- rgdini. § 2. Nýggjar tryggingar kunnu ikki teknast, og broytingar av verandi tryggingum í Føroya Lívs- trygging, sum viðføra hækkingar av tryggingarhæd- dini, kunnu ikki fara fram aftaná, at lógin er komin í gildi. § 3. Hóast ásetingamar í kapittul 10, í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi, kann landsstýrið gera avtalur við annað lívstrygg- ingarfelag um leiðslu av Føroya Lívstrygging, og verður nevnd og stjóm í viðkomandi felag sam- stundis nevnd og stjóm fyri Føroya Lívstrygging. Stk. 2. Landsstýrið kann tilnevna ein lim í nevndina fyri tað í stk. 1 nevnda lívstryggingarfelag, so leingi tryggingarmongdin hjá felagnum fevnir um lívs- tryggingar, ið em fevndar av tí í § 1, stk. 2, nevndu landskassaábyrgd. § 4. Landsstýrið kann selja ella avhenda tryggingar- mongdina í Føroya Lívstrygging til annað felag. Stk. 2. Við tí í stk. 1 nevndu sølu ella avhendan, kunnu ásetingamar í § 1, stk. 2, framvegis galda. § 5. Søla ella avhendan av tryggingarmongd í Før- oya Lívstrygging samb. § 4, kemur ikki undir skatt- ella aðra avgjaldsskyldu av nøkmm slag. § 6. Annars galda reglumar í løgtingslóg nr. 3 frá 13. febmar 1996 um tryggingarvirksemi fyri Føroya Lívstrygging við teimum serstøku frávikum, sum landsstýrið ásetir. § 7. Henda lóg fær gildi 1. januar 1998. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966 um lívstryggingarvirksemi við seinni broytingum. Tórshavn, 23. mei 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.