Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 6
294
Nr. 75 23. mei
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ L
í løgtingslóg nr. 9. frá 5. mars 1970 um skráseting
av skipum v.m. við seinni broytingum verða gjørdar
hesar broytingar:
1) í yvirskriftini til lógina “Skráseting av størri
skipum” verður orðið “størri” strikað.
2) § 1, stk. 1 verðurorðað soleiðis:
“§ 1. Føroysk skip, sum eru liðugt bygt, skal
eigari melda til skráseting. Landsstýrismaður-
in í sjóvinnumálum kann í serstøkum føri
loyva skráseting av skipi, hóast treytimar eftir
stk. 2-3 eru ikki hildnar.
3) í § 1 verður sum nýtt stk. 4 sett:
“Stk. 4. í hesi lóg merkir:
1. Fiskiskip: Eitt og hvørt skip ella far sum
verður nýtt til vinnuligan fiskiskap og hev-
ur veiðuloyvi frá Føroya landsstýri.
2. Handilsskip: Eitt og hvørt skip ella far, tá
ið fiskiskip og stuttleikaskip eru undan-
tikin.
3. Smttleikaskip: Skip ella far, sum ikki
verður nýtt til vinnuligt endamál.”
4) I § 1 verður sum nýtt stk. 5 sett:
“Stk. 5. Skyldan at melda til skráseting sam-
bært stk. 1 fellur burtur fýri stuttleikaskip,
hvørs bmttoregistartonsatal/bmttotonsatal er
undir 15.
5) I § 1 verður sum nýtt stk. 6 sett:
“Stk. 6. Missir eitt skip, sum er undir 15
bruttoregistartons/bruttotonsatal veiðiloyvi,
kann skipaskrásetingin krevja, at skipið verður
flutt yvir í skránna fyri stuttleikaskip ella at
hetta verður strikað úr skipaskráni. Verður
skip strikað úr skipaskránni, verður hetta gjørt
við atliti at § 51.
6) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Skip, sum standa í útlendskari skipaskrá,
kunnu ikki skrásetast her á landi, jfr. tó áset-
ingamar í § 56, stk. 2.
7) § 4, stk.l verður orðað soleiðis:
“§ 4. Skip í gerð her í landinum kunnu eftir
áheitan verða tikin upp í serstaka deild í skipa-
skránni (skipabyggingarskráin), um so er, at
tað eftir váttan frá skipaeftirlitsmyndugleik-
anum er so mikið ávegis, at tað nóg gjølla
kann eyðkennast.”
8) I § 4 verður stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Skal byggiharrin skrásetast sum eigari,
skal skrivligt loyvi frá skipasmiðjuni fylgja
við tilmeldingini.”
9) I § 7, stk. 1 verður orðið “skrásetingarvaldi”
broytt til: “skrásetingarmyndugleika”.
10) í § 7, stk. 2 verður orðið “skrásetingarvaldinum”
broytt til: “skrásetingarmyndugleikanum”.
11) í § 7, stk. 3 verður orðið “Landsstýrið” broytt
til: “Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum”, og
tilvfsingin til § 259 strikað.
12) í § 8, stk. 1 verður orðið “Landsstýrið” broytt
til: “Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum” og
skoytt verður uppí eftir orðið skipaskránni:
“og um gjøld fyri skráseting og tænastum”.
13) § 14 verður orðað soleiðis:
“§ 14. Skipaskráin er samansett av skrá yvir
handilsskip, skrá yvir fiskiskip og skrá yvir
stuttleikaskip.
Stk. 2. Tá ið skip er komið inn í eina av stk. 1
nevndu skráum, skal tað hava árit á tjóðskap-
arbrævið (handilsskip, fiskiskip ella stuttleika-
skip).
Stk. 3. Á tjóðskaparbræv fyri fiskiskip skal
havnakenningamummar tilskilast.
Brævið verður ikki útflýggjað, fyrr enn
nummar er málað upp á skipið.”
14) í § 16, stk. 3 verður orðið “landsstýrinum”
broytt til: “landsstýrismanninum í sjóvinnu-
málum.”
15) í § 17, stk. 1 verður orðið “nationalitetsbræv”
broytt til: “tjóðskaparbræv”.
16) f § 18, stk. 1 verður orðið “nationalitetsbræv”
broytt til: “tjóðskaparbræv”.
17) f § 18, stk. 2 verður orðið “Nationalitetsbræv”
broytt til: “Tjóðskaparbræv”.
18) § 19 verður strikað.
19) í § 20 verður orðið “nationalitetsbræv” broytt
til: “tjóðskaparbræv”.
20) í § 21, stk. 1 verða orðini “Skipaskráin” og
“nationalitetsbræv” broytt ávikavist til “Skipa-
skrásetingin” og “tjóskaparbræv”.
21) í § 21, stk. 2 verða orðini “Skipaskráin” og
“nationalitetsbræv” broytt ávikavist til:
“Skipaskrásetingin” og “tjóskaparbræv”.
22) § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 21. Tjóskaparbrøv skulu goymast umborð,
og tá ið tað verður kravt, fyrivísast myndug-
leikum”.
23) § 22, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Skipaskrásetingin kann taka aftur fyri-
bils tjóðskaparbræv í føri av misbrúki”.
24) í § 23, stk. 1 verða orðini “skipaskránni” og
“skipaskráin” broytt til: “skipaskrásetingin.”
25) í § 23, stk. 2 verður orðið “skipaskránna”
broytt til: “skipaskrásetingina”.