Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 2
346 Nr. 109 13. juni Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum verða gjørdar hesar broyting- ar: 1) § 13, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis: “Stk. 2. Tollvaldið hevur heimild til at gera und- antak frá hesi reglu, soleiðis at innflytarar av tollskyldugum vørum kunnu fáa vørumar bein- leiðis útflýggjaðar, treyta av at trygd fyri hesum verður veitt smbr. landsstýrisins avgerð, treytað av, at avgreiðslan samstundis sendir vømmót- takaranum kvittað yvirlit yvir útflýggjaðu vømr- nar, og at tollur og avgjøld verða goldin innan eina nærri ásetta tíð. Landsstýrið ásetir nærri reglur viðvíkjandi teimum her tilskilaðu undan- tøkum.” “Stk. 3. I serligum føri kann tollvalđið eftir um- sókn geva flutningsfyritøkum loyvi at flyta vør- ur beinleiðis til móttararan, tá trygd frammanun- dan er veitt fyri tolli og avgjøldum. Flutnings- fyritøkan stendur til svars fýri, at tollur og av- gjøld verða goldin.” Stk. 4 og 5 verða strikað, og stk. 6 verður hereft- ir stk. 4. 2) § 14 verður orðað soleiðis: “§ 14. Allir vinnuligir innflytarar hava skyldu at skráseta seg hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Al- mennir stovnar, hemndir kommunalir, koma undir somu skyldu. Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya tillutar virkj- um og stovnum, sum innflyta vinnuligt, eitt skrásetingartal (v-tal). Talið og skrásetta virkis- navnið skal nýtast í einum og hvørjum samskifti við Toll- og Skattstovu Føroya. Stk. 3. Sum vinnuligur innflytari er at skilja inn- flytari, ið hevur inntøkuútvegan sum høvuðs- endamál. Stk. 4. Hevur virkið fleiri skrásetingartøl, kann Toll- og Skattstova Føroya tilluta virkinum eitt høvuðstal.” 3) I § 19 verður sum nýtt stk. 4 sett: Stk. 4. Nevndin hevur endaliga fyrisitingarliga avgerðarrættin í avgerðum, sum em tiknar av Toll- og Skattstovu Føroya sambært kap. 1. til 7 í hesi løgtingslóg.” Stk. 4, 5 og 6 verða hereftir stk. 5, 6 og 7. 4) Millum kap. 9 og kap. 10 verður sum nýtt kap. 9a sett: “Kap. 9a. Rentur § 30a. I teimum fyriskipanum, sum verða gjørd- ar sambært hesi løgtingslóg, skal renta verða kravd vørumóttakaranum við 1,5% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegnum, um tollur og avgjøld ikki verða goldin sum ásett.” 5) I § 37 verður sum nýtt stk. 6 sett: “Stk. 6. Føroya Gjaldstova fremur pantingina.” Stk. 6 verður hereftir stk. 7. §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 við seinni broytingum úr gildi. Tórshavn, 13.juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.