Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 3
347 Nr. 110 13. juni Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til menning av fiskivinnu á landi Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: 81. í løgtingslóg nr. 84 frá 28. mai 1996 um stuðul til menning av fiskivinnu á landi verður gjørd henda broyting: Eftir § 4 verður sum nytt kapittul 2a sett: Kapittul 2a Stuðul til menning § 4 a. Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður heimilað av játtan á fíggjarløgtingslógini at veita fiskavirkjum stuðul til tiltøk, ið eru neyðug fyri, at hesi fiskavirki kunnu lúka krøv viðvíkjandi menning í samband við løggilding og innaneftirlit, ið eru og verða ásett av Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni. Stk. 2. Upp til 2/3 av skjalprógvaðum útreiðslum kunnu árliga latast í stuðuli til hvørt virki, til krøv, ið fevna um ella gera tað neyðugt við tiltøkum til menning av innaneftirlitsskipanum. Stuðul kann lat- ast til: a) tiltøk til menning av góðskuleiðarum o.ø. starvs- fólkum, herundir luttøka á ekstemum skeiðum o.a. b) útreiðslur til innanhýsis skeið, upplæring, o.l., tó ikki til lønir ella aðra samsýning til egin starvs- fólk í tíðini fyri skeiðluttøku, upplæring o.l. c) keyp av ráðgeving í samband við innaneftirlit og løggilding. Stk. 3. Treytin fyri at fáa stuðul til tiltøk smb. stk. 1- 2 er, at virkir em umfatað av kunngerðini um innan- eftirlit á føroyskum fiskavirkjum. Stuðul til serlig tiltøk og verkætlanir. § 4 b. Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður heimilað av játtan á fíggjarløgtingslógini at veita stuðul til serlig tiltøk og verkætlanir, sum verða fyriskipaðar fyri størri bólkar ella fleiri brúk- arar, sum liður í samskipaðum ætlanum, ið hava til endamáls at stuðla fiskavirkjum at gerast betur før fyri at lúka krøv í samband við løggilding og innan- eftirlit, ið em og verða ásett av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Stk. 2. Um stuðul er latin ávísum verkætlanum ella tiltøkum smb. stk. 1, fáa luttakarar/brúkarar ikki stuðul smb. § 4 a til somu tiltøk. Felagsreglur. § 4 c. Stuðul sambært hesi lóg verður veittur eftir umsókn. Stk. 2. Umsóknir um stuðul smb. §§ 4 a og 4 b skulu verða landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í hendi í seinasta lagi tann 1. august í tí árinum, ið stuðulin verður søktur fyri. Stk. 3. Virkir, sum ikki era kunnað um endaligu krøvini í samband við løggilding og innaneftirlit av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í seinasta lagi tann 1. juli 1997, kunnu fáa frávik frá tíðarfreistini smb. stk. 2. Umsókn um frávik frá tíðarffeistini skal verða landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi tann 1. august 1997. Stk 4. Treytin fyri stuðuli smb. §§ 4 a og 4 b er: a) at løgd verður fram útgreind frágreiðing um verkætlanina, tíðarætlan og kostnaðarætlan. b) at upplýsingar um, hvussu stuðulin er nýttur, verða latnar landsstýrismanninum í fiskivinnu- málum, eftir at tiltakið, broytingar og ábøtur ella verkætlanin er liðug. § 4 d. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kann í kunngerð áseta nærri reglur og treytir fyri veitan av stuðuli sambært hesi lóg, herundir at áseta eitt býti av játtanini millum stuðul eftir §§ 4a og 4b.” §2. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 13.juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.