Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 22

Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 22
366 Nr. 123 20. juni Kunngerð um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands Við heimild í §§ 7 og 8 í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya verður fyrisett: § 1. Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita flutn- ings- ella ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands eftir reglum í hesi kunngerð til persónar, ið hava rætt til fríar veitingar sambært løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya. § 2. Um ein yvirlækni vísir sjúklingi til viðgerðar uttanlands, skipar sjúkrahúsverkið fyri ferðini og ber útreiðslumar av henni. Stk. 2. Flutnings- ella ferðaendurgjald verður veitt í samband við flutning millum bústað ella uppihalds- stað og viðgerðarstaðið og heimaftur. Hetta er eisini galdandi, um sjúklingurin doyr, ímeðan hann er til viðgerðar uttanlands. § 3. Um ein yvirlækni metir, at sjúklingurin av lik- amligum ella sálarligum ávum ikki kann ferðast einsamallur, er sjúkrahúsverkinum heimilað at bera ferðaútreiðslumar fyri ein fylgjara. Fylgjarin tekur sær av sjúklinginum á ferðini, fylgir sjúklinginum á pláss á viðgerðarstaðnum og vísir honum til rættis. Stk. 2. Er ikki neyðugt at fylgjarin er heilsustarvs- fólk, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslunar fyri ein avvarðandi sum fylgjara. Stk. 3. Er sjúklingurin undir 17 ár, kann sjúkra- húsverkið rinda ferðaútreiðslumar fyri eitt foreldur, ella í serligum fømm fyri bæði foreldrini, umframt fyri neyðugan fylgjara. § 4. Tá ið ein sjúklingur undir 17 ár liggur sjúkur uttanlands f ein mánað ella meira, kann sjúkrahús- verkið bera ferðaútreiðslumar av, at foreldrini, ella í serligum fømm onnur avvarðandi, verða send til skiftis uttanlands, uml. 14. hvønn dag, fyri at vera um sjúklingin. § 5. Um støðan hjá sjúklinginum versnar munandi, meðan sjúklingurin er til viðgerðar uttanlands, kann yvirlækni senda umsókn til sjúkrahússtjóran um flutnings- og ferðaendurgjald fyri, at avvarðandi eftirfylgjandi kunnu fara uttanlands fyri at vera um sjúklingin. Stk. 2. Metir sjúkrahússtjórin út ffá umsøknini, at sjúklingurin hevur tørv á, at hava avvarðandi um seg undir viðgerð uttanlands, ber sjúkrahúsverkið ferða- útreiðslumar fyri hesi. § 6. Sjúkrahúsverkið ber uppihaldsútreiðslumar á Hotel Tórshavn fyri teir persónar, ið fáa ferðaút- reiðslumar goldnar eftir hesi kunngerð. í serligum føram kann sjúkrahúsverkið nýta annað uppihalđs- stað enn Hotel Tórshavn. § 7. Um ein er ónøgdur við eina avgerð, ið ein yvir- lækni hevur tikið, kann avgerðin kærast til sjúkra- hússtjóran. Sjúkrahússtjórin tekur eina avgerð innan 2 vikur frá tí degi, hann hevur móttikið kæmna. Stk. 2. Avgerðir tiknar av sjúkrahússtjóranum, kunnu kærast til landsstýrið innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. § 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálastýrið, 20. juni 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.