Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 18

Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 18
362 § 32. Húsalánsgrunnurin, Bálvingarstuðulsláns- grunnurin, íbúðagrunnurin og skipanin við rentu- studningi til samansparing til sethúsabygging hefta hvør sær við ognum sínum mótvegis sínum áognar- um. § 33. Lán, stuðulslán ella stuðul sambært hesi lóg verða latin í tráð við metta fíggjarorku grunnanna. Stk. 2. Húsalánsgrunninum verður heimilað at meta um afturgjaldingarevni umsøkjaranna og við støði í hesum at taka avgerð um lánsumsókn, eins og lán skulu tryggjast við fullgóðum veðrætti. Stk. 3. Heimilað verður Húsalánsgrunninum at gera endaliga upp við skuldarar, eftir at eingin trygd ella ogn er eftir at fáa fulnað í, og inntøkur og væntaðar inntøkur skuldarans ikki verða mettar at megna at afturrinda skuldina. § 34. Stýrið fyri Húsalánsgrunnin reikar fyri, at týðandi avgerðir, tiknar eru sambært hesi lóg á hvøijum ári verða festar á blað, og alment atkomi- ligar, samstundis sum roknskapimir verða sendir landsstýrismanninum. § 35. Løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina og løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisiting galda ikki fyri fyrisiting sambært hesi lóg. Tó em ásetingamar í § 3 í løgtingslógini um fyrisiting um ógegni galdandi fyri alt fyrisiting- arvirksemi sambært hesi lóg. § 36. Grunnamir og skipanin um rentustudning til samansparing til sethúsabygging em leys av øllum skatti og avgjøldum til land og kommunu. Kap. 6. Skiftisreglur § 37. Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fara úr gildi: 1) Løgtingslóg nr. 97 frá 01.11.1978 um Húsaláns- gmnn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 13.06.1995. 2) Løgtingslóg nr. 40 frá 07.05.1991 um bjálving- arstuðul til pensionistar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 14.02.1995. 3) Løgtingslóg nr. 65 frá 13.06.1995 um endur- stovnan av íbúðagmnninum. 4) Løgtingslóg nr. 85 frá 24.10.1978 um rentu- studning til samansparing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 10.05.1994. Stk. 3. Ognir íbúðagmnsins, sum gjørdust landskass- aogn við løgtingslóg nr. 33 frá 27.03.1992 um av- tøku av landskassagmnnum, verða fluttar aftur sum ogn íbúðagmnsins við gildi ffá 07.04.1992, og sam- stundis fellur burtur tann pr. 31.12.1991 óútgoldni landskassastuðul til íbúðagmnnin. Tórshavn, 18. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.