Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 24

Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 24
368 la, leiguavtalan umframt ein stutt endurtøka av upp- lýsingunum um leigaran. § 9. Skrásett leiguskip skulu føra føroyskt flagg. Til fremmant flagg §10. Fráboðan um føroyskt skip, sum er skrásett í skipaskrásetingini og sum verður útleigað til reiðara, sum sambært § 1 í løgtingslóg um skráseting av ski- pum ikki verður mettur sum føroyskur, skal gerast á serligt fráboðanarskjal. Stk. 2. A fráboðanarskjalinum skulu standa upplýs- ingar um leigaran, umboðsmann leigarans, leigu- tíðarskeiðið, umframt upplýsingar um til hvørja útlendska skipaskráseting skipið skal skrásetast. § 11. Við fráboðanini skal fylgja: 1) leiguavtalan í frumriti ella vátta úrskrift av henni, 2) váttan frá útlendsku skrásetingini um, at skipið kann takast upp ella at fyribils tjóðskaparbræv er útskrivað, hóast skipið enn er skrásett í føroysku skipaskrásetingini, og 3) skrivlig váttan frá øllum rættindishavarum um at skipið kann skifta flagg. § 12. Á skipsblaðið verður leiguavtalan ella úrskrift av hesari skrásett. § 13. Tjóðskaparbræv skipsins verður sent ski- paskrásetingini at ógilda. § 14. Føroysk leiguskip, ið verða skrásett í útlends- kari skipaskrá, kunnu í leigutíðini ikki føra føroyskt flagg. § 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskivinnudeildin, 20. juni 1997 Sámal Petur í Grund (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.) Hefti 12 *Nr. 107-124 • Utgivið tann 26. juni 1997 Prent: Dimmalætting 11212

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.