Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Side 1
249
Kunngerðablaðið A
2000 Hefti 21
ISSN 0907-905X
Nr. 116 14. desember 2000
Kunngerð
um
lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss
Við heimild í § 33, stk 4, 5 og 6, í løgtingslóg nr. 94
frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, við
seinni broytingum, verður ásett:
Lønarendurgjald
§ 1. Lærupláss kann fáa endurgoldið lønarútreiðslur,
íroknað frítíðarløn, fyri tað tíðarskeið, lærlingur tek-
ur skúlagongdina, ið hoyrir til læruna, og sum er
ásett í viðkomandi útbúgvingarkunngerð.
Ferðaendurgjald
§ 2. Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í
donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann læru-
plássið fáa ferðaendurgjald sbrt. stk. 2.
Stk. 2. Ferðaendurgjaldið er kr. 3500 fyri hvørt
skúlaskeið.
Stk. 3. Treytin fyri at fáa ferðaendurgjald, sbrt. stk.
1, er, at eingir skúlamøguleikar eru í Føroyum.
Góðkenning og skráseting
§ 3. Fyri at fáa endurgjald sbrt. §§ 1 og 2 skal læru-
sáttmálin verða góðkendur og skrásettur hjá mynd-
ugleikunum.
Uppgerð
§ 4. í seinasta lagi ein mánað eftir at lærlingurin er
komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði, skal
læruplássið senda Undirvísingar- og Mentamálastýr-
inum uppgerð av útreiðslunum sbrt. §§ 1 og 2.
Stk. 2. Uppgerðin skal skrivast á oyðublað, sum fæst
frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum ella ein-
um av yrkisskúlunum.
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 14. desember 2000
Torbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)