Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Qupperneq 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Qupperneq 1
249 Kunngerðablaðið A 2000 Hefti 21 ISSN 0907-905X Nr. 116 14. desember 2000 Kunngerð um lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss Við heimild í § 33, stk 4, 5 og 6, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, við seinni broytingum, verður ásett: Lønarendurgjald § 1. Lærupláss kann fáa endurgoldið lønarútreiðslur, íroknað frítíðarløn, fyri tað tíðarskeið, lærlingur tek- ur skúlagongdina, ið hoyrir til læruna, og sum er ásett í viðkomandi útbúgvingarkunngerð. Ferðaendurgjald § 2. Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann læru- plássið fáa ferðaendurgjald sbrt. stk. 2. Stk. 2. Ferðaendurgjaldið er kr. 3500 fyri hvørt skúlaskeið. Stk. 3. Treytin fyri at fáa ferðaendurgjald, sbrt. stk. 1, er, at eingir skúlamøguleikar eru í Føroyum. Góðkenning og skráseting § 3. Fyri at fáa endurgjald sbrt. §§ 1 og 2 skal læru- sáttmálin verða góðkendur og skrásettur hjá mynd- ugleikunum. Uppgerð § 4. í seinasta lagi ein mánað eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði, skal læruplássið senda Undirvísingar- og Mentamálastýr- inum uppgerð av útreiðslunum sbrt. §§ 1 og 2. Stk. 2. Uppgerðin skal skrivast á oyðublað, sum fæst frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum ella ein- um av yrkisskúlunum. Gildiskoma § 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 14. desember 2000 Torbjørn Jacobsen (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.