Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Side 5
253
Nr. 120 22. desember 2000
Kunngerð
um
frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og
sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum
ella umborð á útlendskum skipi fyri 2001
Við heimild í § 33, nr. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1.
september 1983 um landsskatt og kommunuskatt,
við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Frádrátmrin fyri part av meirútreiðslum til kost,
húsaleigu, ferðing, flutning og sjúkra- og vanlukku-
trygging, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugev-
andi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á út-
lendskum skipi, verður veittur sum ein samdøgur-
frádráttur.
Stk. 2. Treytin fyri samdøgurfrádrátti er, at talan er
um persón við fullari skattskyldu til Føroya, og at
hesin hevur inntøkugevandi arbeiði á landi uttan-
lands ella umborð á útlendskum skipi antin í 2 mán-
aðir uttan slit innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið
ella í 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða tíðar-
skeið.
Stk. 3. Skattgjaldarin kann ikki fáa frádrátt eftir regl-
unum í hesi kunngerð og samstundis fáa endurgjald
eftir § 29, nr. 7 í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt ella á annan hátt fáa endurgjald fyri
meirútreiðslumar ella stuðul til dupult húsarhald.
Stk. 4. Skattgjaldarin hevur skyldu til at rokna ta í
útlandinum ella umborð á útlendskum skipi vunnu
lønina við í føroysku skattskyldugu inntøkuna, tá ið
henda verður gjørd upp og skal við sjálvuppgávuni
leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands ella
umborð í útlendskum skipi, umframt árslønarseðil
og viku- ella mánaðaravrokningar.
§ 2. Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr
Føroyum í samband við arbeiði uttanlands. Frádrátt-
ur kann bert verða veittur fyri teir dagar, ið vemliga
hava beinleiðis samband við ferðina og dvølið uttan-
lands vegna arbeiði í útlandinum ella umborð á út-
lendskum skipi. Annar - fyri arbeiði annars óvið-
komandi - dvølur uttanlands, verður ikki taldur við í
frádráttartíðarskeiðnum.
§ 3. Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi er sam-
døgurfrádrátturin kr. 300 og fyri arbeiði í útlondum
era samdøgurfrádráttimir fyri 2001:
Danmark, Noreg, Svøríki,
ísland og Finland DKR 300,00
Onnur lond DKR 400,00
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 13. de-
sember 1999 um frádrátt fyri part av meirútreiðslum
til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og
sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugev-
andi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum
skipi fyri 2000.
Fíggjarmálastýrið, 22. desember 2000
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)
I