Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Síða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Síða 5
253 Nr. 120 22. desember 2000 Kunngerð um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi fyri 2001 Við heimild í § 33, nr. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður ásett: § 1. Frádrátmrin fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing, flutning og sjúkra- og vanlukku- trygging, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugev- andi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á út- lendskum skipi, verður veittur sum ein samdøgur- frádráttur. Stk. 2. Treytin fyri samdøgurfrádrátti er, at talan er um persón við fullari skattskyldu til Føroya, og at hesin hevur inntøkugevandi arbeiði á landi uttan- lands ella umborð á útlendskum skipi antin í 2 mán- aðir uttan slit innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið ella í 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða tíðar- skeið. Stk. 3. Skattgjaldarin kann ikki fáa frádrátt eftir regl- unum í hesi kunngerð og samstundis fáa endurgjald eftir § 29, nr. 7 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt ella á annan hátt fáa endurgjald fyri meirútreiðslumar ella stuðul til dupult húsarhald. Stk. 4. Skattgjaldarin hevur skyldu til at rokna ta í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi vunnu lønina við í føroysku skattskyldugu inntøkuna, tá ið henda verður gjørd upp og skal við sjálvuppgávuni leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands ella umborð í útlendskum skipi, umframt árslønarseðil og viku- ella mánaðaravrokningar. § 2. Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands. Frádrátt- ur kann bert verða veittur fyri teir dagar, ið vemliga hava beinleiðis samband við ferðina og dvølið uttan- lands vegna arbeiði í útlandinum ella umborð á út- lendskum skipi. Annar - fyri arbeiði annars óvið- komandi - dvølur uttanlands, verður ikki taldur við í frádráttartíðarskeiðnum. § 3. Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi er sam- døgurfrádrátturin kr. 300 og fyri arbeiði í útlondum era samdøgurfrádráttimir fyri 2001: Danmark, Noreg, Svøríki, ísland og Finland DKR 300,00 Onnur lond DKR 400,00 § 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 13. de- sember 1999 um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugev- andi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi fyri 2000. Fíggjarmálastýrið, 22. desember 2000 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.) I

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.