Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Side 16
264
Nr. 128 22. desember 2000
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Si
f løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúl-
an, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 10. mai
1999, verða gjørdar hesar broytingar:
1. í § 20 ganga út orðini “tey fyrstu 7 skúlaárini”.
2. § 32, stk. 1,1. pkt., verður orðað soleiðis: “Ein
skúlabygnaður skal verða gjørdur fyri fólkaskúl-
an í kommununi, sbrt. § 47, 6. stk.”
3. § 32, stk. 2, 2. pkt., verður orðað soleiðis: “Skip-
anin er grundað á upplýsingar frá tí einstaka
skúlanum um væntað næmingatal, flokkatal
o.a.”
4. Yvirskriftin í Kapittul 6 “Fyrisitingin av skúla-
verkinum” verður broytt til: “Fyrisitingin”.
5. § 48, stk. 1, 1. pkt., verður orðað soleiðis:
“Kommunustýrið ásetir, eftir at hava útvegað
sær ummæli ffá skúlastýrinum, reglugerð um
fyrisitingina av fólkaskúlanum í kommununi.”
6. § 48, stk. 1, nr. 2, verður orðað soleiðis. “Til-
nevning av kommunustýrislimum ella umboð-
um fyri kommunustýrið til skúlastýrið, sbrt. §
50, stk. 2, nr. 1.”
7. § 49 verður strikað
8. í § 50, stk. 2, nr. 1, verða orðini “2 umboð”
broytt til: “2 kommunustýrisumboð”.
9. § 51, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um
val av foreldraumboðum í skúlastýrið og val av
umboðum fyri kommunustýrið í skúlastýrið í
felagsskúlum.”
10. § 51, stk. 5, verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann, um tað av ser-
ligum orsøkum ikki eydnast at manna eitt skúla-
stýri, í samráð við skúlamyndugleikamar á stað-
num, velja umboð í stýrið. Hesi kunnu verða
vald, hóast tey ikki hava valbæri sbrt. reglunum
í § 50.“ Stk. 5 verður hereftir stk. 6.
11. f § 52, stk. 1, verða orðini “smb. §§ 47, 48 og
49” broytt til: “sbrt. §§ 47 og 48”.
12. § 54 verður orðað soleiðis:
“§ 54. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr
starvi skúlaleiðarar eftir tilmæli frá skúlastýrin-
um.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr
starvi varaskúlastjórar, lærarar og tey starvsfólk
skúlans, ið røkja aðrar námsfrøðiligar uppgávur,
eftir tilmæli frá skúlastýrinum og skúlaleiðar-
anum.
Stk. 3. Skúlastýrið setur lærarar í tíðaravmarkað
størv eftir tilmæli frá skúlaleiðaranum. Tíðarav-
markað størv eru úr 3 til 12 mánaðir.
Stk. 4. Skúlaleiðarin setur lærarar r størv, sum
em fyribils og ikki em longri enn 3 mánaðir.”
13. § 57, stk. 5, 2. pkt., verður orðað soleiðis:
“Landstýrismaðurin kann loyva, at fleiri skúlar í
einum øki verða roknaðir sum ein skúli, sjálvt
um ikki øll undirvísingarhølini eru savnað á
sama staði í økinum.”
14. § 57, stk. 6, verður strikað og stk. 7-10 verða
hereftir stk. 6-9.
15. § 61, 1. pkt., verður orðað soleiðis: “Tíðin hjá
lestrarbømunum at ganga til verður sett við sam-
ráðingum millum skúlaleiðaran og viðkomandi
prest.”
16. Eftir § 66 verður sett nýggj § 66a:
“§ 66a. Ognimar hjá Færø Amts Skolefond
verða lagdar í sjálvsognargmnn, hvørs endamál
er at veita granskingarstyrk til verkætlanir í
námsfrøði innan fólkaskúlaøkið. Landsstýris-
maðurin ásetir reglur fyri gmnnin.”
17. § 67 stk. 8. verður orðað soleiðis:
“Stk. 8. Ásetingamar í §§ 46-56 fáa tó gildi 1.
august 2001. Samstundis fara úr gildi §§ 7-16 r
løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúla-
fyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.
55 frá 20. mai 1996. Skeiðið sum skúlanevndir-
nar sum valdar vóm 3. desember 1996 verður
longt til 1. august 2001.”
18. í § 67, stk. 9, verða orðini “1. januar 2001”
broytttil: “1. august2001.”
§2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon
er kunngjørd.
Tórshavn, 22. desember 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður