Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Qupperneq 16

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Qupperneq 16
264 Nr. 128 22. desember 2000 Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Si f løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúl- an, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 10. mai 1999, verða gjørdar hesar broytingar: 1. í § 20 ganga út orðini “tey fyrstu 7 skúlaárini”. 2. § 32, stk. 1,1. pkt., verður orðað soleiðis: “Ein skúlabygnaður skal verða gjørdur fyri fólkaskúl- an í kommununi, sbrt. § 47, 6. stk.” 3. § 32, stk. 2, 2. pkt., verður orðað soleiðis: “Skip- anin er grundað á upplýsingar frá tí einstaka skúlanum um væntað næmingatal, flokkatal o.a.” 4. Yvirskriftin í Kapittul 6 “Fyrisitingin av skúla- verkinum” verður broytt til: “Fyrisitingin”. 5. § 48, stk. 1, 1. pkt., verður orðað soleiðis: “Kommunustýrið ásetir, eftir at hava útvegað sær ummæli ffá skúlastýrinum, reglugerð um fyrisitingina av fólkaskúlanum í kommununi.” 6. § 48, stk. 1, nr. 2, verður orðað soleiðis. “Til- nevning av kommunustýrislimum ella umboð- um fyri kommunustýrið til skúlastýrið, sbrt. § 50, stk. 2, nr. 1.” 7. § 49 verður strikað 8. í § 50, stk. 2, nr. 1, verða orðini “2 umboð” broytt til: “2 kommunustýrisumboð”. 9. § 51, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um val av foreldraumboðum í skúlastýrið og val av umboðum fyri kommunustýrið í skúlastýrið í felagsskúlum.” 10. § 51, stk. 5, verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann, um tað av ser- ligum orsøkum ikki eydnast at manna eitt skúla- stýri, í samráð við skúlamyndugleikamar á stað- num, velja umboð í stýrið. Hesi kunnu verða vald, hóast tey ikki hava valbæri sbrt. reglunum í § 50.“ Stk. 5 verður hereftir stk. 6. 11. f § 52, stk. 1, verða orðini “smb. §§ 47, 48 og 49” broytt til: “sbrt. §§ 47 og 48”. 12. § 54 verður orðað soleiðis: “§ 54. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi skúlaleiðarar eftir tilmæli frá skúlastýrin- um. Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi varaskúlastjórar, lærarar og tey starvsfólk skúlans, ið røkja aðrar námsfrøðiligar uppgávur, eftir tilmæli frá skúlastýrinum og skúlaleiðar- anum. Stk. 3. Skúlastýrið setur lærarar í tíðaravmarkað størv eftir tilmæli frá skúlaleiðaranum. Tíðarav- markað størv eru úr 3 til 12 mánaðir. Stk. 4. Skúlaleiðarin setur lærarar r størv, sum em fyribils og ikki em longri enn 3 mánaðir.” 13. § 57, stk. 5, 2. pkt., verður orðað soleiðis: “Landstýrismaðurin kann loyva, at fleiri skúlar í einum øki verða roknaðir sum ein skúli, sjálvt um ikki øll undirvísingarhølini eru savnað á sama staði í økinum.” 14. § 57, stk. 6, verður strikað og stk. 7-10 verða hereftir stk. 6-9. 15. § 61, 1. pkt., verður orðað soleiðis: “Tíðin hjá lestrarbømunum at ganga til verður sett við sam- ráðingum millum skúlaleiðaran og viðkomandi prest.” 16. Eftir § 66 verður sett nýggj § 66a: “§ 66a. Ognimar hjá Færø Amts Skolefond verða lagdar í sjálvsognargmnn, hvørs endamál er at veita granskingarstyrk til verkætlanir í námsfrøði innan fólkaskúlaøkið. Landsstýris- maðurin ásetir reglur fyri gmnnin.” 17. § 67 stk. 8. verður orðað soleiðis: “Stk. 8. Ásetingamar í §§ 46-56 fáa tó gildi 1. august 2001. Samstundis fara úr gildi §§ 7-16 r løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúla- fyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 20. mai 1996. Skeiðið sum skúlanevndir- nar sum valdar vóm 3. desember 1996 verður longt til 1. august 2001.” 18. í § 67, stk. 9, verða orðini “1. januar 2001” broytttil: “1. august2001.” §2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 22. desember 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.