Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Page 21
269
Nr. 133 22. desember 2000
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um ferðslu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógar-
kunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt
við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, verða gjørd-
ar hesar broytingar:
1) §11, stk. 3, nr. 5, verður strikað.
2) § 13, stk. 3, 3. pkt., verður strikað.
3) I § 18, stk. 7, verða orðini “og um gjaldið fyri
roynd og koyrikort” strikað.
4) § 18b, stk. 6, verður strikað.
5) í § 18c, stk. 5, verða orðini og um gjaldið fyri
royndina” strikað.
6) í § 19a, stk. 7, verða orðini “og um gjald fyri
roynd og góðkenning” strikað.
7) § 58e, stk. 5, verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Landsstýrismaðurin fyrisetir reglur um
mannagongdina við álegging og innkrevjing av
gjaldinum.”
8) I § 58e verður sett sum nýtt stk. 6:
“Stk. 6. Gjaldið er kr. 200.”
Stk. 6 og stk. 7 verða hereftir stk. 7 og stk. 8.
9) Aftaná § 64 verður sett:
“Gjøld
Skoðan
§ 64a. Fyri skoðan í sambandi við skráseting
og/ella góðkenning verður goldið:
1. Lastvognur, leguvognur, viðfestivognur, bul-
vognur ella bussur, tá akfarið hevur eina
totalvekt, ið er oman fyri 3.500 kg: kr. 550.
2. Annað akfar: kr. 350.
Stk. 2. Hóast stk. 1 verður fyri umskoðan goldið
kr. 100.
Stk. 3. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og
ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin
áðrenn ásettu skoðanina, skal gjald verða goldið,
ið er sama upphædd sum gjaldið fyri skoðan í
sambandi við skráseting og/ella góðkenning, sbr.
stk. 1. Um ikki verður møtt til umskoðan, skal tó
bert verða goldið gjald, ið er tað sama sum
gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 2. Hóast 1.-2.
pkt. skal ikki verða goldið, um fráveran er or-
sakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um
aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.
§ 64b. Fyri tíðarvissa skoðan verður árliga gold-
ið:
1. Motorsúkkla: kr. 150.
2. Bilur við totalvekt, sum í mesta lagi er 3.500
kg: kr. 250.
3. Bilur við totalvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr.
350.
4. Leguvognur, viðfestivognur ella bulvognur
við totalvekt, sum er yvir 750 kg, men í
mesta lagi er 3.500 kg: kr. 250.
5. Leguvognur, viðfestivognur ella bulvognur
við totalvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 350.
Stk. 2. Fyri umskoðan verður, hóast ásetingamar
í stk. 1, goldið kr. 100.
Stk. 3. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og
ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin
áðrenn ásettu skoðanina, skal eyka gjald verða
goldið, ið er sama upphædd sum árliga gjaldið.
Um ikki verður møtt til umskoðan, skal tó bert
verða goldið gjald, ið er tað sama sum gjaldið
fyri umskoðan, sbr. stk. 2. Hóast 1.-2. pkt. skal
ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av
sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt
serligar umstøður gera seg galdandi.
§ 64c. Fyri umbidna skoðan verður fyri hvørja
skoðan goldið gjald, ið er tað sama sum árliga
gjaldið fyri tíðarvissa skoðan, sbrt. § 64b.
Stk. 2. Hóast stk. 1 skal ikki gjaldast fyri um-
bidna skoðan, um tað í minsta lagi er 1 ár síðan,
at akfarið seinast varð skoðað.
Stk. 3. Hóast stk. 1 og stk. 2 verður fyri umskoð-
an goldið kr. 100.
Stk. 4. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og
ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin
áðrenn ásettu skoðanina, skal gjald verða goldið,
ið er sama upphædd sum gjaldið fyri umbidna
skoðan, sbr. stk. 1. Um ikki verður møtt til ums-
koðan, skal tó bert verða goldið gjald, ið er tað
sama sum gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 3.
Hóast 1.-2. pkt. skal ikki verða goldið, um frá-
veran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna,
ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg
galdandi.
§ 64d. Fyri endurrit av skrásetingarskjali ella
skoðanarváttan verður goldið kr. 50.
Stk. 2. Hóast stk. 1 skal ikki verða goldið fyri
endurrit til almenna nýtslu.
Góðkenningar
§ 64e. Fyri meginfloksgóðkenning ella floks-
góðkenning verður goldið:
1. Akfar við totalvekt, sum í mesta lagi er
3.500 kg: kr. 2000.
2. Akfar við totalvekt, sum er yvir 3.500 kg:
kr. 3000.
Stk. 2. Fyri góðkenningarváttan verður goldið kr.
3000.
Stk. 3. Fyri koblingsváttan verður goldið kr. 150.