Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Blaðsíða 21

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Blaðsíða 21
269 Nr. 133 22. desember 2000 Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógar- kunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, verða gjørd- ar hesar broytingar: 1) §11, stk. 3, nr. 5, verður strikað. 2) § 13, stk. 3, 3. pkt., verður strikað. 3) I § 18, stk. 7, verða orðini “og um gjaldið fyri roynd og koyrikort” strikað. 4) § 18b, stk. 6, verður strikað. 5) í § 18c, stk. 5, verða orðini og um gjaldið fyri royndina” strikað. 6) í § 19a, stk. 7, verða orðini “og um gjald fyri roynd og góðkenning” strikað. 7) § 58e, stk. 5, verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Landsstýrismaðurin fyrisetir reglur um mannagongdina við álegging og innkrevjing av gjaldinum.” 8) I § 58e verður sett sum nýtt stk. 6: “Stk. 6. Gjaldið er kr. 200.” Stk. 6 og stk. 7 verða hereftir stk. 7 og stk. 8. 9) Aftaná § 64 verður sett: “Gjøld Skoðan § 64a. Fyri skoðan í sambandi við skráseting og/ella góðkenning verður goldið: 1. Lastvognur, leguvognur, viðfestivognur, bul- vognur ella bussur, tá akfarið hevur eina totalvekt, ið er oman fyri 3.500 kg: kr. 550. 2. Annað akfar: kr. 350. Stk. 2. Hóast stk. 1 verður fyri umskoðan goldið kr. 100. Stk. 3. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina, skal gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum gjaldið fyri skoðan í sambandi við skráseting og/ella góðkenning, sbr. stk. 1. Um ikki verður møtt til umskoðan, skal tó bert verða goldið gjald, ið er tað sama sum gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 2. Hóast 1.-2. pkt. skal ikki verða goldið, um fráveran er or- sakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi. § 64b. Fyri tíðarvissa skoðan verður árliga gold- ið: 1. Motorsúkkla: kr. 150. 2. Bilur við totalvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 250. 3. Bilur við totalvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 350. 4. Leguvognur, viðfestivognur ella bulvognur við totalvekt, sum er yvir 750 kg, men í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 250. 5. Leguvognur, viðfestivognur ella bulvognur við totalvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 350. Stk. 2. Fyri umskoðan verður, hóast ásetingamar í stk. 1, goldið kr. 100. Stk. 3. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina, skal eyka gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum árliga gjaldið. Um ikki verður møtt til umskoðan, skal tó bert verða goldið gjald, ið er tað sama sum gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 2. Hóast 1.-2. pkt. skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi. § 64c. Fyri umbidna skoðan verður fyri hvørja skoðan goldið gjald, ið er tað sama sum árliga gjaldið fyri tíðarvissa skoðan, sbrt. § 64b. Stk. 2. Hóast stk. 1 skal ikki gjaldast fyri um- bidna skoðan, um tað í minsta lagi er 1 ár síðan, at akfarið seinast varð skoðað. Stk. 3. Hóast stk. 1 og stk. 2 verður fyri umskoð- an goldið kr. 100. Stk. 4. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina, skal gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum gjaldið fyri umbidna skoðan, sbr. stk. 1. Um ikki verður møtt til ums- koðan, skal tó bert verða goldið gjald, ið er tað sama sum gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 3. Hóast 1.-2. pkt. skal ikki verða goldið, um frá- veran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi. § 64d. Fyri endurrit av skrásetingarskjali ella skoðanarváttan verður goldið kr. 50. Stk. 2. Hóast stk. 1 skal ikki verða goldið fyri endurrit til almenna nýtslu. Góðkenningar § 64e. Fyri meginfloksgóðkenning ella floks- góðkenning verður goldið: 1. Akfar við totalvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 2000. 2. Akfar við totalvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 3000. Stk. 2. Fyri góðkenningarváttan verður goldið kr. 3000. Stk. 3. Fyri koblingsváttan verður goldið kr. 150.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.