Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Síða 28
Nr. 138
22. desember 2000
Kunngerð
um
innkrevjing av gjaldi fyri ólógligan steðg ella ólógliga parkering
Við heimild í § 58e, stk. 5, í ferðslulógini, smb. løg-
tingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum
seinast broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 7. mars
2000, verður ásett:
§ 1. Gjaldið fyri brot á tær í § 58e, stk. 1, í ferðslu-
lógini fyrisettu reglur um steðg og parkering, skal
rindast Føroya Landfúta innan 10 dagar frá tí degi,
tað er álagt. Verður roynt at krevja gjaldið frá eigar-
anum (nýtaranum) eftir § 58e, stk. 4, í ferðslulógini,
fær hann eina freist at rinda gjaldið upp á minst 10
dagar roknað frá tí degi, hann hevur fingið boð um
gjaldskravið.
§ 2. Landfútin kann í serstøkum førum eftirgeva
gjaldið ella leingja gjaldsfreistina.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 83 frá 6. no-
vember 1979 um gjald fyri ólógligan steðg og
ólógliga parkering, við seinni broytingum.
Vinnumálastýrið, 22. desember 2000
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Ame Poulsen (sign.)