Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Síða 28

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Síða 28
Nr. 138 22. desember 2000 Kunngerð um innkrevjing av gjaldi fyri ólógligan steðg ella ólógliga parkering Við heimild í § 58e, stk. 5, í ferðslulógini, smb. løg- tingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 7. mars 2000, verður ásett: § 1. Gjaldið fyri brot á tær í § 58e, stk. 1, í ferðslu- lógini fyrisettu reglur um steðg og parkering, skal rindast Føroya Landfúta innan 10 dagar frá tí degi, tað er álagt. Verður roynt at krevja gjaldið frá eigar- anum (nýtaranum) eftir § 58e, stk. 4, í ferðslulógini, fær hann eina freist at rinda gjaldið upp á minst 10 dagar roknað frá tí degi, hann hevur fingið boð um gjaldskravið. § 2. Landfútin kann í serstøkum førum eftirgeva gjaldið ella leingja gjaldsfreistina. § 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 83 frá 6. no- vember 1979 um gjald fyri ólógligan steðg og ólógliga parkering, við seinni broytingum. Vinnumálastýrið, 22. desember 2000 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Ame Poulsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.