Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Side 3

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Side 3
Síða 3 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 25. oktober 1974 LESARIN SKRIVAR Bert lesarabrøv við navni undir koma í blaðið. Kvinnan og politikkurin Fyri næstan 60 árum síð- ani fingu kvinnurnar rætt at velja og vera uppstill- aðar, men hvussu hava vit kvinnur røkt henda rætt? Vit eru ikki komnar nógv stig longur. Av teimum 56 valevnunum i Suður- streymoy eru 49 mansevni og bert 7 kvinnuevni, hó- ast líka nógv konufólk sum mannfólk er í Føroyum. Ein kanning av komm- unuvalinum í Danmark í 1966 vísti, at 72,5% av mannfólki og 70,4% av konufólki vóru á vali, tað er bara 2,1% á muni. Eg havi spurt valnevndina, men hon kundi ikki geva mær upplýsingar um, hvussu nógvar kvinnur í mun til menn vóru á seinasta vali. 011 pappírini viðvíkjandi vali skulu brennast innan eitt ár. Høvdu líka nógvar kvinnur sum menn farið á val, og valdu tær kvinnur, sum eru á listunum, so átt- u av røttum allar hesar kvinnur at komið spælandi inn á ting. Sum valevni á lista G vil eg arbeiða fyri kvinnuni: somu løn fyri sama arbeiði. Eg vil virka fyri at fáa so nógvar lærustovnar í okk- ara landi sum møguligt til tey, sum vilja útbúgva seg. Fólkaháskúlin hevur havt ómetaligan 'týdning. Húsarhaldsskúlin hevur tvær ferðir verið á ting- borði, og báðu ferð hava okkara valdu menn skúgv- að hann burtur. Vóru kvinnur á tingi, høvdu tær ikki gjørt so. Ein av hesum bólkum, sum ongan lærustovn hava, eru tey, sum arbeiða á vøggustovum og í bama- gørðum. Tey noyðast til Danmarkar at útbúgva seg, og ofta gongur long tíð, til tey koma inn á nakað seminarium. Tað hevði kanska verið øðrvísi, um vit høvdu frí- tíðarheim. So hevði hesin ófriðurin á Vaglinum kanska ikki tikið seg upp. Men man hesin ungdómur- in í dag vera øðrvisi, enn ungdómurin var, tá vísan um ísak kom fram? Tá Hans hjá Pola í Dali og Mourentius við Stein vóru ungir, fór dreingjaflokkur- in aftan á einum «sjóara», sum fór inn til ísak at keypa sær eina øl. Politiið kom eisini upp í leikin, og tá var tað, at «Kragesten, han kommer ind og trækk- er ud sin snabel og jager alle drengene alt med sin vasse sabel». Ungdómurin er ikki øðrvísi nú, men tann mekaniseraða verðin og drekkaríið er komið inn í bílætið, og tí er tað so vorðið, sum tað er. Eg síggi fyri mær, at kvinna fer av húsi og setur kross fyri kvinnuni á list- anum, hon ætlar at velja. Kvinnur vilja virka, lyfta i felag, tá fyrstani kemur nógv í lag. Tað verður sagt um eina amerikanska kvinnu, ið varð kallað Avhaldsapost- ulin og stríddist fyri kvinnusakini siðst í famu øld, at hon samanbar kvinnustøðuna við hond- ina. Ein fingur munaði lítið, men knýtti hon nev- an og sló hann í borðið, so sást, hvat tað vildi siga at vera ein samlað eind. Hon segði eisini, at kavaflykr- urnar tina burtur, men tær koma nógvar og nýggjar og gerast stórar fannir. Kvinnurnar em sum kava- flykrurnar, felagsskapur er ein veldig makt. sum førir frá at vera passiv til at vera aktiv, segði hon. So er tað móðurmálið. Hesi bæði ungu, sum nýtt- Orgulkonsert Mánakvøldið 28. í hesum kl. 20 heldur Charley Olsen, organistur við Vor Frelsers kirke orgulkon- sert í Havnpr kirkju, sum seinasta ár fekk nýtt kirkjuorgul, gjørt av Verland Johansen. Spæld verða verkir av Buxtehude, John Stanley, Bernhard Lewkovitch, Francois Couperin og J. S. Bach. Skráin kostar 10,00 kr. óg fæst við inngongd- Til svimjuhøllina í Klaksvík verður søkt eftir fyristøðumanni, sum er maskin- kønur. Umsóknir skulu vera býráðnum í hendi seinast 5. november 1974. Nærri upplýsingar um løn v.m. fáast á býráðs- skrivstovuni. Klaksvíkar býráð u sítt móðurmál til próv- tøkuna, fingu onki stud- entsprógv. Tað er ein harður dómur. Hetta mál kunnu vit sum tjóð ikki loysa sjálvi. Systir mín Bette, Elisabeth Arge, var í 1921—22 lærarinda á Færøernes Mellem- og Re- alskole i Tórshavn. Góð við sítt móðurmál byrjaði hon sínar tímar við børn- unum við føroyskum sang- i. Tá kom yvirlærarin inn og noktaði henni at syngja sangir á okkara reina før- oyska máh. Hetta gjørdi tað, at hon misti plássið, og skúlin fekk eina danska lærarinnu í staðin. Nakað tað sama skulu vit merkja í 1974. Neyðar, neyðar Føroyaland, sum ikki enn kann ráða yvir sínum egna móðurmáli. í 60 ár hava vit kvinnur valt mannfólk inn í løg- tingið. Nú mega vit vakna úr svøvni og fara til val- borðið og seta kross fyri kvinnuna. Hetta, eg her havi skriv- að, er nakað av tí, eg førdi fram á fundi í Kvinnufel- agnum í Havn mánakvøld- ið. Olivia Arge Gregoriussen (Liffa) ~7 'rH q on Brúktir bilar Austin 850 Sunbeam við automatgeari Vauxhall Viva stationcar P/F Vilhelm Nielsen &>Søn tlf. 11140 STIGA - STlGA - STIGA - STIGA Borðtennisborð kr. 950,- Á goymslu: borðtennisborð battir net bóltar P/F Thomas Dam & Co. N. Finsensgøta 5 og 10 . tlf. 11404 STIGA - STIGA - STIGA - STIGA NÝTT UM NØVN 80 ár Týsdagin 29. oktober fyllir Dánjal Pauli Høj- gaard í S.altangará 80 ár. Palli, sum hann verður róptur, var blað- ungur, tá hann fyrstu ferð fór at føra skip fyri S.P. Petersen í Fugla- firði. Hann sigldi í nógv ár bæði sum bestimað- ur og skipari og førdi m.a. William Martin. Palli er framvegis ó- føra raskur. Hann plag- ar at lossa hjá Skipa- felagnum, og hann hev- ur bæði velt, sligið og hoyggjað i ár. Hann var millum teir fyrstu at fáa hoyggið inn í ár og velti nógv eplir. Palli er ættaður úr Rytuvik og kona hans- ara Sofía er av Skipa- nesi. Tey eiga seks børn: Petur og Mein- hard búgva í Saltangar- á, Nancy býr í Havn, Jensa í Saltangará, Mary í Nottingham í Onglandi og Paula býr í Saltangará. 65 ár Týsdagin 29. oktober fyllir Poul Niklái Thor- kildshøj, vitapassari á Borðuni, 65 ár. Poul Niklái fór út á Borðuna sum vitapassari í 1939 og er har enn. Framm- anundan hevði hann verið vitapassari á Nesi, haðani hann er ættaður. Har hevði hann eisini eitt festi, sum hann læt frá sær, tá hann flutti. Kona hansara Ella er ættað úr Lamba. Børnini búgva øll í Havn, tey eru: Kitty, Thorkild, Katrin, Hákun, Símun og Elinborg. 60 ár í dag 25. oktober fyllir Kristian Hansen í Kun- oy 60 ár. Kristian er ættaður av Viðareiði. Kona hansara Ebba er úr Kunoy. Tey eiga børnini Berint og Karl- u. 80 ár Hósdagin 24. oktober fylti Augusta Jacobsen i Søldarfirði 80 ár. Au- gusta gjørdist einkja longu á ungum aldri, maður hennara Per Jacobsen, fórst við Immanuel. Børn teirra eru: Lea, Ruth, Elmar og Per, sum búgva í Søldarfirði, Dávur, sum býr í Klaksvík, og Hans, sum býr í Fugla- firði. 80 ár Sunnudagin 27. okto- ber fyllir Bina Hjem- sten (Gøtubina) í Klaksvík, 80 ár. Bina er ættað úr Bartalsstovu í Gøtu. Hon er gift við Niels í Vági í Klaksvík. Børn teirra eru Lias og Anna Sofía. Bina er burturstødd føðingar- dagin. í starv Skúlastjórnin hevur sett Hans Jørgensen í starv sum lærara á skúlanum á Giljanesi frá 1. august og Ola í Hjøllum sum lærara á Toftum frá 1. august. Føðingar 19. oktober fingu Sig- run Danielsen og Bjarni Øster, Eiriksgøtu 7 í Havn, eina dóttir. 19. oktober fingu Dania Nicolajsen og Bergur Thomsen úr Skopun ein son. 19. oktober fingu Jó- hanna og Tórður Sam- uelsen á Válinum ein son. 23. oktober fingu Annifía og Kjartan Hansen í Sandavági ein son. Tíðindi um nøvn, føð- ingardagar, brúdleyp v.m. kunnu sendast til Tíðindablaðið, Klokk- aragøta 19, 3800 Tórs- havn, ella ringjast inn á tlf. 1 48 49.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.